Íslendska leiðin

Nú er meiriluti fyri í løgtinginum at vit skulu ganga somu leið sum Ísland gekk tá tað í 1918 gjørdist eitt sjálvstøðugt, fullvaldað ríki.

Hetta er at fegnast um, og tað fyrsta, vit eiga at kanna, er hvat tað í veruleikanum var sum hendi Íslandi viðvíkjandi í 1918.

Hjálp frá Danmark til Ísland Tað sum har fór fram, var at Danmark segði, at um Ísland vildi gerst eitt sjálvstøðugt ríki, so skuldi tað fáa alla ta hjálp í hesum verki, sum Danmark á nakran hátt kundi veita tí.


10. juni semjan loysir

okkum úr hafti

Í viðurskiftum okkara við donsku stjórnina eru vit longu komin um henda streymtangan. Tað sum sagt varð í tí semju, sum gjørd varð millum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið 10. juni 1998, var júst hetta. Danska stjórnin vil samráðast við Føroya landsstýri um eina skipan, har Føroyar verða eitt fullvaldað ríki, sum tekur lut í tí altjóða samstarvi, sum vit hava áhuga fyri, so at vit um stutta tíð koma at taka lut í

Norðurlandaráðnum á jøvnum føti við Danmark, og at vit gerast limir í ST, so at okkara sjónarmið eisini verða tikin við, tá ið um heimsfriðin ræður.


Ongar pengar

úr Danmark,

men grunnur

Ein partur av tí íslendsku loysnini, sum vit tó ikki enn hava sett okkum fyri at fylgja, er, at Føroyar sum eitt fullvaldað ríki sjálvsagt ikki skal fáa pengar frá Danmark. Hetta var semja um millum partarnar tá. Samstundis var semja um, at tað var ósømuligt, at Danmark skuldi hava peningaligan vinning burtur úr, at Ísland var blivið sjálvstøðugt. Loysnin á hesum vandamáli gjørdist tann, at Danmark legði stovnsfæ í ein grunn, sum var so stórur, at renturnar av honum svaraðu til tær árligu útreiðslurnar, danska ríkið higartil hevði havt av Íslandi.

Hesin grunnur varð býttir í tvær deildir. Aðrari deildini skuldi Lærdi Háskúlin í Keypmannahavn, sum tá var tað einasta universitetið í Danmark, standa fyri. Hina deildin skuldi nýggja universitetið í Íslandi, Háskóli Íslands, fyrisita. Í avtaluni millum londini lá sostatt tað, at tey skuldu stuðla mentanarligum samstarvi, og er hetta ein av orsøkunum til, at íslendingar framvegis læra danskt í skúlunum og tí flestallir duga at lesa danskt, sjálvt um flestu teirra eru lítið fyri at tosa skandinaviskt, sum

gøtudanskt verður kallað í Íslandi.


Fyrimyndarligt samstarv

Tá í 1918 var hetta ein heilt óvanligur loysingaháttur, har forna harraveldið beinleiðis læt forna hjálandinum pening. Men royndirnar av hesi loysn hava verið góðar. Samstarvið millum Ísland og Danmark er fyrimyndarligt, og hóast bert 9% av íslendska innflutninginum kemur úr Danmark, so vísti ein kanning nýliga, at einki annað land í heiminum hevur so nógvan innflutning úr Danmark sum Ísland hevur, tá ið fyrilit verður tikið fyri fólkatalinum.

Tað er tí øll møgulig orsøk til at danir taka undir við, at vit fáa eina skipan av sama slag sum Ísland fekk.


Okkara fíggjarliga

uppgerð

Hvat kemur tað at týða fyri tað fíggjarligu uppgerðina millum okkum og Danmark?

Sum er letur Danmark millum 1 og 2 milliardir til Føroyar og føroysk áhugamál. Hetta skal so halda uppat tá ið vit eru eitt fullvaldað ríki. Um so er at Danmark ikki skal hava fíggjarligan vinning av sjálvstýri okkara, skulu teir í seta eina upphædd í grunn, sum kann renta millum eina og tvær milliónir krónur. Av tí at rentan í dag er um 5%, so vil tað siga, at grunnurin skal vera millum 20 og 40 milliardir krónur.


Hvat skulu vit gera

við ein slíkan grunn?

Vit vita fullvæl, at myntir eru rundir fyri at teir kunnu rulla skjótt burtur, og einki er at ivast í, at vit lættliga kundu forkomið hvørjum oyra eftir stuttari tíð, um vit bera okkum at sum vit plaga. Um so er, eru vit í veruleikanum verri fyri enn nakrantíð eftir at pengarnir eru nýttir.

Men her er vert at hava í huga tað sum íslendingar gjørdu. Teir høvdu sanniliga ikki ov nógvar pengar tá í 1918, og mong vóru tey, sum høvdu kunnað fingið ein løtuvinning um alt varð etið upp á svaðasvørði.


Grunnurin í ungdómin

Hóast tað gjørdu teir av at seta pengarnar í lærda háskúlan.

Nú vit hava sett okkum fyri at fara somu leið sum Ísland og gerast eitt fullvaldað ríki, skulu vit so í hesum máli gera øðrvísi enn teir gjørdu?

Hava vit ikki í nútíðarsamfelagnum, sum nevnt verður kunningarsamfelagið, størri tørv enn nakrantíð á at okkara uppvaksandi ættarlið ognar sær førleika til at nýta alt tað tilfeingi, sum land okkara hevur?


Gransking sum

alternativ vinna

Tað er hetta, sum er endamálið við gransking. Sum er fer nógv virðismikil gransking fram í landi okkara. Vit kunnu bert hugsa um tað sum Bogi Hansen fæst við, har hann kannar streymin kring Føroyar og møguliga kann koma fram

til úrslit, sum kunnu forða fyri, at vit fáa eina nýggja ístíð á norðurhálvuni. Somuleiðis hava vit tey á Biofar, sum hava funnið ein hóp av nýggjum verum á havbotninum. Vit hava plantufrøðingar, sum kunnu tíðarfesta nær fyrstu fólkini komu til Føroyar. Vit hava kanningar av grind og hennara ávirkan á heilsustøðuna. Vit hava landbúnaðarroyndarstøð osfr. Alt hetta hevur stóran týdning bæði fyri okkum og fyri vísindaliga heimin allan. Granskarar fara til altjóða fundir og leggja fram síni úrslit, og gera teir tí sítt til at seta Føroyar á heimskortið.


1000 studentar

á setrinum!

Tað rætta umhvørvið fyri gransking er ein lærdur háskúli, eitt universitet, har vísindamenn úr ymsum lærugreinum koma saman og kunnu skifta orð bæði sínámillum og við næmingarnar. Í Íslandi eru nú 5000 næmingar á lærda háskúlanum. Høvdu vit havt eins nógvar í mun til fólkatalið, so høvdu vit 1000 her. Av tí at flestu fakini her høvdu havt fáar næmingar, høvdu vit havt lutfalsliga fleiri lærarar her, og teir høvdu eisini havt betri tíðtil at fingist við gransking, so gagnið fyri okkara samfelag hevði helst

verið størri enn tað sum íslendska universitetið hevur havt fyri Ísland.

Hetta er tí nakað, sum hevði gjørt nógv gagn fyri okkara samfelag. Vit høvdu 1000 næmingar, sum vóru her í góðum árum og hugsaðu um, hvussu altjóða granskingarúrslit kundu komið samfelag okkara til gagns. Vit kundu sæð til, at fólk fingu endaligt prógv skjótari enn nakra aðra staðni, so føroyingarnir, meðan teir enn vóru ungir, kundu tikið lut í gransking á

altjóða støði. Vit hava jú altíð sett okkara álit á ungdómin. Skiparar okkara sluppu at royna seg sum 20 ára gamlir, og teimum fyri at takka var samfelagið hildið uppi. Tað sama er við granskarum. Sagt verður at

Einstein, áðrenn hann var 25, skrivaði tríggjar greinir, sum kundi givið honum nobelheiðurslønina. Hjá okkum ræður eisini um at nýta tað velduga tilfeingið, sum vit hava í okkara ungu fólkum.


Føroyingar europeiskir

vinnarar

Vit kunnu í hvussu er siga, at stirilin í hesum fólkum er góður. Annað árið í rað hava unglingar okkara vunnið europeisku kappingina um at fáa tað besta hugskot um virki, og einki annað europeiskt land kann vísa á nakað tílíkt. Tað kundi tí verið eitt áhugavert granskingarevni at funnið fram til hvussu tað tá kann vera at vit eru syndarligir eftirbátar tá ið tað kemur til at seta virki á stovn í landi okkara. Tað er so prógvað, at tað ikki er fólkatilfarinum nakað galið er við. Tí má tað vera okkurt við skipanini av samfelagnum, og hvat man tað vera?


Tilkallaðir útlendingar

Men hava vit ein slíkan lærustovn, so ber eisini til hjá okkum at kalla inn til land okkara víðagitnar útlendingar sum kunnu fáa professarastørv her. Fyri enn eina ferð at nevna Einstein, so var tað hetta, amerikanarnir gjørdu tá teir bóðu hann um at koma í professarastarv við Princetown universitetið í USA í 1933. Hesum fekk USA nógv gagn av, og einki er at

ivast í, at vit eisini kundu fingið gagn av at sett framúrskarandi útlendingar í starv her.


Fróðskaparsetrið

framtíð okkara

Tað er tí øll møgulig orsøk til hjá okkum ikki at gera frávik frá tí íslendsku leiðini, tá ið tað kemur til hendan partin av sáttmálanum við Danmark. Sum er hava vit ein lærdan háskúla, Fróðskaparsetur Føroya. Synd er at siga, at vit hava sett henda stovn frammaliga í raðfestingini tá ið talan hevur verið um játtanir á fíggjarlógini, men hóast tað hava tey fólk, sum har starvast, gjørt eitt stórt og virðismikið arbeiði.

Løgdu vit so henda grunn til Fróðskaparsetrið at fyrisita, so skuldi hann fyrst og fremst verið nýttur til raksturin av tí, sum setrið higartil hevur fingist við, men virkisøkið kundi verið munandi víðkað. Tað hevði beinanvegin gjørst eitt ynski at útbúgvingar, sum í dag ikki eru á setrinum, fingu tilknýti til tað. Fyri bert at nevna eitt dømi, so er sjúkrasystraskúlin í Íslandi knýttur at Háskóla Íslands. Hesum er tað sjálvsagt einki til hindurs fyri her. Harnæst hevði tað ligið væl fyri at lagt partar av útbúgvingum hertil í samstarvi við universitet aðrastaðni. Vit kundu t.d. sett á stovn doktaraútbúgvingar, soleiðis at ein sum hevur fingið kandidatprógv aðrastaðni, kundi komið higar at arbeitt í nøkur ár fyri at fingið heiti sum doktari í einum ávísum faki.

Men tann størsti vinningurin fyri okkum hevði verið, at teir granskingarstovnar, sum vit í dag hava, høvdu kunnað komið undir henda

lærda háskúla og fingið játtanar, sum fáur hevði droymt um.


Førleiki at fóta sær

í kunningar-

samfelagnum

Alt hetta hevði skapað lív og virksemi í hesum landi, og úrslitið hevði verið, at okkara uppvaksandi ættarlið hevði fingið førleika til at fóta sær í kunningarsamfelagnum, og harvið gjørt at samfelag okkara hevði staðið seg betri í altjóða kappingini.


Fremri enn íslendingar

Tað er tí øll møgulig orsøk til ikki at víkja frá tí íslendsku leiðini í hesum føri. Eftir øllum at døma koma vit at fáa meir burtur úr enn

íslendingar og fer land okkara at klára seg enn betri enn teirra, um vit gera hetta.


Zakarias Wang