Talan verður um vitjan á hægsta tignarstigi, tá íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, kemur til Føroya á almenna vitjan 28. juni.
Hetta er aðru ferð, at føroyingar sleppa at uppliva, at ein forseti vitjar oyggjarnar. Fyrstu ferð, vit høvdu forsetavitjan, var tað eisini ein íslendskur forseti, ið vitjaði. Hetta var í september í 1987, og var tað Vígdis Finnbogadóttir, sum sat sum forseti Íslands í 16 ár, ið vitjaði.
Forsetavitjan hevur sama tignarstig, sum ein konga- ella drotningavitjan. Og er tað tí ein stórur heiður fyri Løgmansskrivstovuna at vera vertur fyri íslendsku vitjanini.
Mátti fáa loyvi frá drotningini
Men føroyingar kunnu ikki bara soleiðis uttan nakað bjóða einum forseta at koma at vitja.
Av tí, at Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, er tað Margreta drotning, ið hevur hægstu tign í landinum, meðan løgmaður hevur somu tign, sum ein forsætisráðharri í øðrum londum. Íslendski forsetin hevur somu tign, sum drotningin. Og tí er tað drotningin, ið formliga eigur at vera vertur fyri almennari forsetavitjan í Føroyum. Tí mátti løgmaður umvegis Ríkisumboðið fáa loyvi frá Margretu drotning til at vera umboð í hennara stað, tá íslendski forsetin kemur á vitjan.
Vil hitta fólkið
Sambært Løgmansskrivstovuni, hevur íslendski forsetin ynskt at vera saman við vanliga fólkinum á vitjanini í Føroyum. Tí hevur Løgmansskrivstovan lagt vitjanina soleiðis til rættis, at forsetin sleppur kring oyggjarnar, og at hann kemur í samband við vanlig fólk, í staðin fyri bert politikarar og embætismenn.
Hetta sæst millum annað á skránni fyri vitjanina í Klaksvík, har forsetin hevur ynskt, at Brimil skal leggja at við Kósabrúnna, so hann kemur millum fólkið, ið starvast á brúnni og á Kósavirkinum.
Kortini vera eisini meira formell tiltøk, meðan forsetin vitjar. Millum annað skal løgmaður vera vertur fyri døgurða í Roykstovuni í Kirkjubø, og íslendski forsetin skal vera vertur fyri døgurða á Hafnia.
Ólafur Ragnar Grímsson fer aftur til Íslands við flogfari sínum eftir kvøldsetu í skúlanum í Miðvági leygarkvøldið 30. juni.