Føroyska Herborg Hansen og íslendska Ingunn Kristiánsdóttir góvu saman við guitar- og trummuspælaranum Pætur Gerðalíð eina áhguaverda og fína framførslu á Føroya Tele pallinum Ingunn og Herborg hittust á Red Cross School Nordic United World College í Noregi í 2008. Sìðan hava tær spælt nógv saman. Í ár eru tær báðar lidnar á skúlanum, og liva nú tónleikadreymin. Á Summarfestivalinum spældu tær eina vælupplagda og fína konsert á Føroya Tele pallinum fyri heilt fitt av áhoyrarum, sum allir tóktust at njóta tóneleikin hjá teimum trimum. Tað mest áhugaverda við framførsluni hjá teimum vóru føroysku, donsku og ensku sangirnir, sum tey framførdu á íslendskum. Ma. framførdu tey 80´ara hittið ?Alone? hjá Heart, ?Tú? hjá Moira og ?Right next to the right one? hjá Tim Christensen á móðirmálinum hjá Ingunn. - Og tað riggaði! Harumframt spældu tey løg, sum Herborg hevur skriva og coverløg, m.a. ?Numb? og ?Blue Suede Shoes?. Ikki minst var framførslan hjá teim trimum væleydna orsaka av vøkru og serligu røddini hjá Ingunn, sum við sínum íslendska accenti dugdi at fáa fólk við, sjálvt um klokkan bert var nýggju hóskvøld. Framførslan vann seinastu poengini við ótrúligu aðrustemmuni hjá Herborg, sum var í toppklassa, og komplimenteraði Ingunn og Pæturi so væl sum til ber.