Íslendskur kursur er galdandi

Óvissa hevur valdað um kursin á íslendsku krónuni. Stórur munur hevur verið á tí, sum íslendingar sjálvur rokna kursin til, og hvat hann er uppgjørdur til her hjá okkum Íslendska valutakreppan hevur nú borið við sær, at støði ikki longu kann takast í danska kursinum, um keypt verður við gjaldskorti í Íslandi. Hetta skrivar Føroya Banki á heimasíðu sínari.

Kortbrúkarar, sum gjalda við gjaldskortum, ið eru útgivin í danska ríkinum, verða í framtíðini avroknaðir sambært altjóða kursinum hjá Visa og MasterCard, sum hevur støði í kursinum hjá íslendska tjóðbankanum.

Broytingin er galdandi fyri Visa/Dankort og hesi altjóða gjaldskort, sum eru útgivin í danska ríkinum: Visa Electron, Maestro, MasterCard og American Express

Vanliga verða íslendskar krónur avroknaðar við meðalkursinum hjá danska tjóðbankanum, men av tí, at íslendskar krónur í løtuni ikki kunnu handlast um danska tjóðbankan og ikki eru dagliga noteraðar, verður umrokningin broytt til at hava støði í altjóða kursinum.

Kortbrúkarar, sum vilja síggja aktuella kursin á íslendskum krónum á gjaldskortum útgivin í danska ríkinum, kunnu kanna kursin, sum íslendski tjóðbankin hevur gjørt upp á www.sedlabanki.is.