vitjan
Mikudagin 19. januar kemur íslendski ráðharrin í javnstøðumálum, Árni Magnusson, á vitjan í Føroyum. Tað er Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, sum hevur boðið Árna Magnussyni henda vegin. Høvuðsendamálið við vitjanini er at kunna politikarar um, hvussu almennu myndugleikarnir í Íslandi arbeiða fyri at fremja javnstøðu millum konufólk og mannfólk.
Tinglimir, landsstýrismenn og Javnstøðunevndini fáa høvi at hoyra Árna Magnusson greiða frá, hvat íslendskir myndugleikar gera fyri at fremja javnstøðu. Eftir hesa frágreiðing verður tíðindafundur, har fjølmiðlarnir fáa høvi at hitta íslendska ráðharran.
Umframt at kunna um javnstøðu skal Árni Magnusson hava fund við Hans Paula Strøm um møguleikar fyri samstarvi um almannamál, bústaðarmál og javnstøðumál. Eisini vitjar Árni Magnusson í Tinganesi, í Norðurlandahúsinum, umframt at farið verður til Kirkjubøar.