Tvøroyarar Býráð leggur ikki longur so stóra orku í at gera Tvøroyri til eina oljuhavn. Tað sigur Bjarni Hammer, varaborgarstjóri á Tvøroyri.
Hann var við pallborðið á Seglloftinum, har tosað var um menningarmøguleikar á Tvøroyri.
Tvøroyrar Býráð hevur annars í nógv ár lagt stóra orku í at gera eina oljuhavn á Tvøroyri, uttan at tað hevur eydnast. Og nú heldur býráðið kanska, at kreftirnar verða kanska betri brúkar á øðrum økjum.
Bjarni Hammer vísir á, at ein oljiuhavn er í Runavík, men heldur ikki har hevur so øgiligt virksemi verið, tó at tað er nógv virksemi beint nú, við tað at West Hercules oljupallurin er komin á fjørðin til umvælingar. Men Tvøroyri hevur kortini ikki heilt slept oljuvinnuni.
- Hóast vit ikki ger eina veruliga oljuhavn á Tvøroyri, ætla vit at vísa oljufeløgum á teir hentleikar, vit hava og samstundis vísa vit á stóra havnalagið, vit hava tókt á Drelnesi, sigur hann. - Samstundis hava vit eina djúphavn sum tekur tey heilt stóru skipini, leggur hann afturat. - Her kunnu skip í oljuvinnuni bunkra og taka proviant og vatn og á landi er stórt langtíðar-goymsluplás, sigur hann.
Hann sigur, at onkur feløg eru áhugað í at brúka Drelnes til goymslupláss,sigur hann - Og verður nógv virksemi í oljuhavnini í Runavík, kann tað vera, at nakað dryppar suður hendavegin eisini, heldur Bjarni Hammer.
|