Sleppa ikki at seta kinesiskum valdsharra spurningar

Greg Baker/AFP/Ritzau Scanpix

Tá Tjóðarinnar Fólkaráðstevna í Kina endar, verður tað uttan siðbundna tíðindafundin við Li Qiang, forsætisráðharra.

Tað skrivar tíðindinastovan AFP.

Tíðindafundurin, sum hevur givið útlendskum tíðindafólk møguleikan at seta kinesiska forsætisráðharranum spurningar, hevur annars verið hildin síðani 1993.

 

Greg Baker/AFP/Ritzau Scanpix