Kommunusamanlegging
Sumba/Tvøroyri: Tað er nú greitt, at Sumbiar- og Tvøroyrar Kommuna, leggja ikki saman beint nú.
Í sambandi við kommunuvalið í november, hevur landsstýrismaðurin í innlendismálum sett eina tíðarfreist fyri, nær kommunur kunnu leggja saman.
Tann freistin fór fyrr í vikuni og mikudagin fingu kommunurnar í Sumba og á Tvøroyri boð um, at freistin verður ikki longd.
? Tað kom óvart á okkum, at freistin ikki kundi longjast nakrar dagar. Serliga kom tað óvart á okkum, tí hann var positivur tá ið vit spurdu hann munnliga fyri nøkrum døgum síðani, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.
Hann ásannar, at tað hevur drigið út, men nú høvdu kommunustýrini sett sær fyri at fingið ferð á ætlaðu samanleggingina og ætlanin var at avgreiða málið uppá einar tvær vikur.
Hann vísir á, at fleiri aðrar samanleggingar eru gjørdar norðanfyri, so leisturin er gjørdur.
Skulu Sumba og Tvøroyri leggja saman, er tað at kalla bara at skifta nøvnini út í teimum sáttmálum, sum eru gjørdir um samanlegging og so kanska gera onkrar dagføringar.
Borgarstjórin sigur, at kommunustýrini í Sumba og á Tvøroyri hava tosað leysliga saman og fyribils hava tey hug at halda fram við arbeiðnum at leggja saman, tó at tað ikki verður beint nú.
Annars hava sumbingar gjørt vart við seg hjá bygdaráðnum í sambandi við ætlaðu samanleggingina við Tvøroyri.
Í eina tíð hava tey savnað inn undirskriftir í Sumbiar kommunu í sambandi við samanleggingina og týskvøldið handaðu tey bygdaráðnum ein lista við 182 undirskriftum.
Tað er gott og væl helvtin av teimum, sum hava vælrætt í kommununi. Á løgtingsvalinum fyrr í ár, høvdu 310 fólk atkvøðurætt í kommununi, 218 fólk í Sumba og 92 fólk í Lopra og á Økrum.
Tey, sum hava skrivað undir, krevja, at borgarafundur verður í Sumba um samanleggingina. Og tey krevja eisini, at verður semja við Tvøroyri um ein sáttmála um samanlegging, skal fólkaatkvøða verða í Sumba, áðrenn bygdaráðið tekur endaliga støðu.