Sligo megnaði javnleik móti toppliði

Á torførum útivølli fingu Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir í Sligo Rovers eitt stig við sær

Stefan Radosavljevic var 92 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í Sligo Rovers leiktu móti toppliðnum, Derry City á útivølli í dysti í bestu írsku fótbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Sligo, ið er triðaftast í deildini at fáa eitt stig við sær úr Derry - ella Londonderry sum summi nevna býin.

 

Reece Hutchinson legði Sligo á odda tá 18 minuttir vóru leiktir. Tá seks minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki javnaði Derry til 1-1. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var Sligo aftur á sigurskós, tá Niall Morahan legði Sligo á odda 2-1, men í 83. minutti javnaði Derry til 2-2, ið gjørdist endaliga úrslitið.

 

Derry var stórur favorittur at vinna dystin, so samanumtikið kunnu Stefan og liðfelagarnir fegnast um eitt stig á einum torførum útivølli.

 

Sligo er triðaftast í deildini við 19 stigum. Sligo er fýra stig frammanfyri Drogheda sum hevur 15 stig.

 

Komandi fríggjakvøld spælir Sligo dyst á útivølli móti Shelbourne, ið er langt fremst í deildini við 37 stigum.