Fyrr í kvøld vóru bilar hjá Tórshavnar Sløkkiliðið at síggja blunkandi á Hálsi í Havn.
Talan var tó um venjing hjá Tórshavnar Sløkkiliðið.
Av brandstøðini í Havn frættist, at talan er um eina av regluligu venjingunum.
- Vant verður regluliga. Eini tóm hús standa uppi á Hálsi í Havn, og vant varð við eittnú royktóli, so roykkavarar sluppu at royna seg, frættist frá sløkkiliðnum í Havn.
(Mynd: Eirikur Lindenskov)