Fótbóltur
GÍ vann sær aftur trý stig mikukvøldið, soleiðis at teir framvegis hanga í hølunum á B36, men dysturin móti HB gjørdist at enda nógv meira spennandi, enn gøtumenn tóktust brýggja seg um, og eisini nógv meira spennandi enn hann átti at verið.
Bæði offraðu seg
Fyrstu longu løtuna var annars lítið, sum bendi tann vegin, at gøtumenn skuldu fara at fáa teir heilt stóru trupulleikarnar við at basa havnarmonnunum. Frá fyrsta bríksli løgdu vertirnir nógv fyri, og álopsroyndirnar dundu oman móti illa sperda HB-liðnum, sum aftur hesa ferð hevði okkurt leikbann at hugsa um, tó at bæði Allan Mørkøre og Janus M. Joensen nú aftur vóru tøkir.
Málmøguleikar spurdust eisini burturúr, men í tveimum førum eydnaðist tað Jón Róa Jacobsen at koma fyri í evstu løtu, soleiðis at gøtumenn í nærum fríari skotstøðu kortini ikki fingu roynt málmansevnini hjá Bárði Johannesen.
Eina løtu kom HB tó væl inn aftur í dystin. Teir skaptu kanska ikki so øgiliga nógvar málmøguleikar, men hugburðinum hjá leikaranum bilti so einki. Tað var eins og teir nú veruliga vildu prógva fyri øllum, at vánaligu úrslitini seinastu tíðina bert hava verið eitt mistak. Bit var í hvørjari einastu takling, og tá gøtumenn heldur ikki eru vanir at spara seg, gørdist talan í fleiri førum um heilt ógvusligar nærdystir. Dómarin tók tíbetur skjótt fatur á rætta endanum av dystinum, og við nýtslu av nøkrum gulum kortum minti hann leikararnar á, at tað hóast alt er eitt mark fyri, hvussu harðligir dystirnir í dystinum kunnu vera.
Luftin gekk undan
Øgiliga arbeiðsorkan, sum HB menninir løgdu í dystin, tóktist tó at koma teimum aftur um brekku, so hvørt sum minuttirnir undan steðginum fækkaðust. Kropsliga eru gøtumenn helst tað liðið í landinum, sum er best fyri, og við áhaldandi at gera nýtslu av eini høgari leikferð, trýstu teir mótstøðumenninar lognur og longur aftur á vøllin.
Møðin hjá HB monnunum merkti eisini, at torført var at skipað nakað veruligt samanspæl fram eftir vøllinum. Bólttapini gjørdust fleiri og fleiri, og sannlíkið fyri einum GÍ máli øktist alsamt.
Fleiri ávaringar um hetta vóru eisini at síggja. Bárður Johannesen var tó sera framsíggin, tá hann tveitti seg á júst rætta staðið, tá Óli Hansen hevði drigið seg leysan inni í brotsteiginum, og løtu seinni var málverjin eisini á staðnum, eftir at Pól Ennigarð hevði stútað hart og niður eftir eftir hornaspark.
Soleiðis vardi HB við bit og slit, men best sum teir mundu halda, at teir í øllum førum skuldu standa stinnir til steðgin, fingu gøtumenn hol á. Í fyrstu atløgu fór uppspælið fram í høgru síðu. Innleggið hevði sum so onga adrussu, men tá Bárður ikki fekk hildið bóltinum, vóru gøtumenn framvegis í atsókn. Eftir samanspæl í vinstru fekk Henning Jarnskor pláss at leggja inn fyri, og tó at Bárður fór upp eftir bóltinum, so var springmegin hjá Óla Hansen somikið stór, at hann við høvdinum fekk stýrt bóltinum inn í tóma málið.
Tók hetta luftina úr teimum reyðu og svørtu, so var tað ein stórur stoytur beint í solar-plexus, sum teir fingu, tá klokkan var komin væl út í yvirtíðina hjá dómaranum.
GÍ trýstið hevði ført hópin av vandamiklum hornaspørkum við sær, og í seinastu royndini undan steðginum gav hetta úrslit. Pól Ennigarð var enn eina ferð hægstur, tá bólturin kom innfyri, men í fyrstu atløgu fekk verjuleikari vart fyri á málstrikuni. Tó ikki meira enn so, at bóltur støkk inn ímóti stólpanum, og mitt fyri málið var Helgi L. Petersen so hægstur, so retururin kundi sendast í málið.
Hóttu við sorli
Sálarliga mundu bæði málini undan steðginum vera eitt gott skump rætta vegin hjá GÍ, og hjá HB gjørdist støðan ikki betri av, at Jón Rói Jacobsen noyddist av vøllinum, orsakað av at hann hevði ofrað seg í meira lagi, tá ein skotroynd skuldi blokerast.
Gunnar Mohr kom á vøllin fyri Jón Róa, meðan Rógvi Jacobsen varð fluttur aftur í miðverjuna, og fyrstu løtuna tóktist hetta so avgjørt ikki at styrkja um HB-liðið.
Fyrsta korterið av seinna hálvleiki hóttu vertirnir við rættiligum sorli, og vónirnar um at vinna góða málmunin hjá B36 aftur vóru als ikki ógrundaðar. HB-spælararanir kundu ikki gera stórt annað enn at sparka burtur, og í løtum tók dysturin skap av Landskrona-tiðini hjá landsliðnum.
Tveir skjótir kassar
At HB so kortini svaraði aftur, var ikki bara nakað, sum var óvæntað. Tað var so avgjørt eisini nakað, sum gjørdi dystin víðopnan, og í veruleikanum má eisini sigast, at bæði hesi málini komu burtur úr svartasta ongum.
Fyrra málið kom, eftir at Hallur varð feldur nakað uttan fyri GÍ brotsteigin. Allan Mørkøre varð settur at skjóta, og tó at múrurin stóð har, sum hann skuldi standa, so tók Allan uttan stórvegis dikkedarir og hamraði bóltin í handara síðunet. Tað var tann síðan, sum málverjin skuldi vera fyri, men skotið var somikið hart, at har var ikki stórvegis at gera.
Seinna málið hjá HB kom ikki stórt meira enn hálvan minutt eftir, og var tað fyrst og fremst orsakað av einum regulerum brølara í GÍ-verjuni. GÍ gav bóltin upp, spælt varð aftur í verjuna, og har eydnaðist Jóan Peturi Olsen og Halli Hansen at misskilja hvønn annan somimikið væl, at bólturin rullaði inn um málverjan, soleiðis at Gunnar Mohr bert skuldi geva seinasta skumpið inn um málstrikuna.
Ein perla skuldi til
GÍ?arnir, sum annars høvdu havt fult tamarhald á í at kalla 60 minttur, stóðu sum negldir. Trúðu nærum ikki sínum egnu eygum, og nú skifti dysturin fullkomuliga skap.
HB-leikararnir, sum annars vóru um at detta av møði, fingu luft undir veingirnar. Teir komu longur fram á vøllin og trýstu gøtumenninar, sum eina løtu fullkomuliga mistu pippið. Við eitt sindur av hepni kundi HB-liðið enn tá havt lagt seg á odda, men eftir at hava summað seg í einar tíggju minuttir, fekk GÍ spakuliga aftur tamarhald á.
Talan gjørdist tó ikki um sama dominansin, sum tann í fyrra hálvleiki, men teir fingu aftur kombinatiónsspælið at ganga skjótt, og triðja og avgerandi málið hjá teimum má metast sum ein sonn perla. Uppspælinum bilti einki, tá teir við kvikum sendingum kruvdu høgra verjuborð hjá HB, men málgevandi gerðin hjá Zdzislaw Janik (Gidek) var í einum flokki fyri seg. Tá Henning sendi inn úr vinstru, bæði tamdi og dróg hann fram við verjuleikari í einari rørslu, fyri síðani at banka bóltin í meskarnar við vinstra beininum. Nógv vøkur mál eru skotin millum ár og dag í Sarpisgerði, men fá teirra munnu tó hava verið av slíkum kalibri.
Lættir um hjartað
Ein skuldi hildið, at hetta endaliga punkteraði HB-mótstøðuna, og tá liðið so aftur varð rakt av skaða, og Bárður Johannesen noyddist úr málinum, mundu tey flestu halda, at nú var alt avgjørt.
HB gavst tó ikki á hondum, og tá gøtumenn nú eisini gjørdist bangnir fyri at missa, gjørdust seinastu minuttirnir heilt spennandi. Bæði verja og miðvøllur hjá GÍ trektu seg langt aftur á vøllin, og HB-leikararnir góvu seg alt tað teir áttu í royndunum at vinna seg upp aftur á javnt.
Tað eydnaðist teimum ikki, men fleiri ferðir var tó heilt nær við. Allan Mørkøre mundi geva teimum ein ordiligan skelk, tá hann við einum fúkandi hálvfluktara skeyt nærum beint á Hall, so hesin fekk boksað bóltin út. Fleiri aðrar ferðir var eisini um reppið, at bóltar inn í brotsteigin gjørdust heilt vandamiklir, men mál komu ikki, og gøtumenn sluppu tí við skrekkinum, og tað var eisini skilligt, at teir vóru lættir um hjartað, tá seinasta bríkslið hevði ljóðað.
Hóast teir vóru nær við at klodda alt burtur, so halda teir framvegis fast um møguleikan at vinna B36 aftur, og tað var tað, sum var tað týdningarmesta í teirra verð.
Hjá HB munnu teir hóast tapið vera so hampuliga væl nøgdir um dystin. Leikararnir sýndu ein vilja at stríðast, sum ikki er sæddur hesu megin summarfrítíðina, og hóast árið sum so er liðugt fyri teirra viðkomandi, so ætla teir ivaleyst at halda fast um hetta, so teir hóast alt hava okkurt gott í lastini, tá farið verður undir næsta kappingarár. Megna teir eisini at halda fast um hetta, tá teir um góða viku skulu spæla grannauppgerð í Havn, er als ikki óhugsandi, at teir tá rætta GÍ eina hjálpandi hánd, heldur enn at gera teir hjartkiptar.
Dysturin í tølum:
GÍ-HB 3-0 (2-0)
1-0: Óli Hansen, 43.
2-0: Helgi L. Petersen, 45.
2-1: Allan Mørkøre, 60.
2-2: Gunnar Mohr, 61.
3-2: Zdzislaw Janik, 73.
Dómari: Birgir Sondum (B36)
GÍ: Hallur Hansen ? Pól Ennigarð, Jóan Petur Olsen, Leivur Hansen ? Áslakur R. Petersen, Poul Henning Jacobsen, Zdzislw Janik, Magni Jarnskor, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Helgi L. Petersen
HB: Bárður Johannesen ? Hallur Danielsen, Jón Rói Jacobsen, Eyðfinn Fjalsbak, Janus M. Joensen ? Allan Mørkøre, Rúni Nosløe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bjarni Jørgensen, Rógvi Jacobsen