Smábáteigarar fáa ikki stuðul

Løgtingsmenn vilja ikki geva fólk stuðul, sum hava ráð at keypa bátar fyri milliónir og Magni Laksáfoss vil ikki gera undantak í lógini

Allir teir túsundtals føroyingar, sum eiga smábát, sleppa heldur ikki framyvir undan at betala mvg av bjargingarútgerðini umborð

Tað gjørdi Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, greitt í fyrispurningi frá Kára P. Højgaard í løgtinginum í morgun.

Sjálvstýrismaðurin úr Eysturoy heldur at tað er órímiligt, at bátseigarar skulu betala mvg av bjargingarútgerðini umborð.

Hann vísir á, at tað er fáa staðni, at so stórur partur av fólkinum hevur egnan bát og harafturat heldur hann, at tað hevur sera stóran týdning at trygdin er so góð so gjørligt.

Hann hugsar serliga um, at farvatnið ímillum oyggjarnar er mangan baldrut og tí hevur tað serligan týdning, at bjargingarútgerðin er í lagi.

Men so leingi hon er óneyðuga dýr, er vandi fyri, at hon ikki verður skift út eftir forskriftunum og tí vil hann hava hana mvg fría.


Onki undantak

Magni Laksáfoss gjørdi púra greitt, at mvg lógin er ikki ein studningslóg og miðja verður eftir at hava so fá undantøk, sum gjørlig í mvg lógini, fyri at gera hana lættari at umsita og fyri at máa støðið undan lógini.

Tí fer hann ikki at gera undantak, so at bjargingarútgerð verður mvg frí, tí tað er tað saman sum at lata studning.

Tað er eisini greitt, at landsstýrismaðurin fekk undirtøku frá flestu løgtingsmonnum, sum høvdu orðið.

Hendrik Old vísti á, at teir, sum hava vinnuligar bátar, fáa mvg endurgoldið.

- Men tað sær út til, at Kári P. Højgaard heldur, at allir, sum eiga luksusbátar, skulu eisini sleppa undan mvg.

Karsten Hansen helt, at teir, sum hava ráð at keypa bát fyri fleiri hundraðtúsund krónur, ella milliónir høvdu saktans eisini ráð at keypa bjargingarútgerðina og Tórbjørn Jacobsen helt, at álopini á mvg skipanini minti mest um valagn, har tað skuldi gjarast út til vælbjargaðar føroyingar, sum høvdu ráð at keypa bátar fyri milliónir.