Hvalirnir vóru smáir í grindini, sum varð hildin til í Sandavági í gjárkvøldið. Og grindin var heldur ikki stór, bara 21 hvalir.
Teir 21 hvalirnir góvu 138 skinn. Størsti hvalurin var 10 skinn.
Men áhugin fyri at fáa grind var stórur. Skift varð í drápspartar, og partarnir vóru 220.
Seðlarnir komu út klokkan átta í morgun.