Smittutølini lækkað fjórða dagin á rað

Í gjárkvøldið vístu tølini hjá landslæknanum, at hósdagin vóru staðfestir 63 nýggir tilburðir við koronu.

 

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

2906 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 525 smittað og 7 eru innløgd við koronu í Føroyum.

Hóast tað sá út sum um, at vit nærkaðust reyða ferðsluljósinum hjá landsstýrinum, so sær talið eitt sindur frægari út. Tí nú eru vit á 68 smittaðum um dagin í miðal seinastu sjey dagarnar.

Um talið fer upp um 75 í miðal fyri dagin seinastu sjey dagarnar, so eru vit í »reyða feltinum«, tá enn strangari tilmæli verða sett í verk.

Smittutølini seinastu sjey dagarnar hava verið hesi:

10. desember    63

9. desember    78

8. desember    81

7. desember    96

6. desember    41

5. desember    58

4. desember    62