SMS deildin: H71 vann greitt á Kyndli

StÍF vann suðuri í Vági

Jana Mittún skoraði 10 mál í dag

Jana Mittún skoraði 10 mál í dag

Tveir dystir vóru leiktir í SMS-deildini í dag.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 ein greiðan 32-25 sigur á Kyndli við einum framúr góðum avriki í seinna hálvleiki. Í steðginum var javnleikur 15-15, men aftaná steðgin var heimaliðið greitt omaná. Jana Mittún og Maria H. Weyhe gingu undan hjá H71 við at skjóta 10 mál hvør í dag. Turið Arge Samuelsen skoraði eisini 10 mál í dag. 

 

Kyndil er enn oddalið við 12 stigum. H71 hevur 11 stig, men hevur spælt tveir dystir færri enn Kyndil. 

 

Í Vágshøll vunnu verandi FM-vinnarar, StÍF triðja dystin hetta kappingarárið tá tær vunnu 32-20 á VB. Longu í steðginum hevði StÍF eina greiða 19-9 leiðslu. 

 

H71-Kyndil 32-25 (15-15)

 

Málskjúttar H71: Jana Mittún 10, Maria H. Weyhe 10, Rannvá Olsen 4, Vár B. Zachariassen 3, Sára Jacobsen 2, Brynhild Pálsdóttir 2, Elsa Egholm 1. 

 

Málskjúttar Kyndil: Turið Arge Samuelsen 10, Súna K. Hansen 7, Bára K. Hansen 3, Barbara Hammer 2, Ró Nielsen 2, Ásleyg Súnadóttir 1. 

 

VB-StÍF 20-32 (9-19)

 

Málskjúttar VB: Gurið K. Augustinussen 11, Rannvá Johannessen 3, Tórun Vilhelm 3, Durita K. Hjelm 2, Bára K. Mortensen 1. 

 

Málskjúttar StÍF: Mao Otani 7, Guðrið Ellingsgaard 7, Poula Dulavík 5, Rebekka Zachariassen 4, Haruka Gima 3, Karina B. Høgnisen 3, Emmy Kass 2, Vár D. Poulsen 1. 

 

 

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL82371865112
 H7161871355211
 STJØRNAN6182124589
 NEISTIN6156130268
 STÍF8192197-56
 EB6105192-872
 VB8161256-950
Jana Mittún skoraði 10 mál í dag

Jana Mittún skoraði 10 mál í dag