SMS: H71 er bronsuvinnari

Sára Berg á Lag skoraði sigursmálið seks sekund undan dystarloki

Mynd: H71

H71 er bronsuvinnari í SMS-deildini 2026. 

 

Í bronsudystinum í Hoyvíkshøllini vunnu hoyvíkskvinnur tepran 35-34 sigur á Neistanum. Sára Berg á Lag skoraði sigursmálið seks sekund undan dystarloki. Í steðginum var Neistin á odda 18-17.

 

Lukka Arge var við seks málum toppskjútti hjá H71. Anna Sigrunardóttir Mikkelsen var við átta málum toppskjútti hjá Neistanum.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá bronsudystinum í SMS-deildini:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: H71