Neistakvinnur tóku í kvøld móti EB í høllini á Hálsi í Havn.
Neistakvinnur vóru greiðir favorittar, og tær sviku ikki álitið. Dysturin endaði við stórsigri 33-17 til Neistan. Í steðginum var Neistin á odda 18-9.
Neistin vann seg upp á 10 stig, og er nú á triðja plássi bert tvey stig aftanfyri oddaliðið, Kyndil.
Neistin-EB 33-17 (18-9)
Málskjúttar Neistin: Frida H. Jacobsen 5, Silja Heðinsdóttir 4, Lea Mohr 4, Ingunn Kristina Persson 4, Maria P. Nólsoy 3, Hervør Niclasen 3, Sólbjørt Høj 3, Bjørk Joensen 2, Rakul Magnussen 2, Nada Pejovic 1, Anna S. Mikkelsen 1, Petra A. Larsen 1.
Málskjúttar EB: Olivia Kruse 5, Zeljana Grozdanic 4, Lea Lisberg 3, Sára Magnussen 2, Miriam Ejdesgaard 1, Talita Jeffrisdóttir 1, Rakul Magnussen 1.
Sunnudagin klokkan 14 tekur Neistin móti StÍF. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. FM1 sigur eisini beinleiðis frá mansdystinum millum Neistan og StÍF, ið byrjar klokkan 16.
Sama dag klokkan 15 tekur EB móti Stjørnuni á Eiði. Somu klokkutíð spæla VB og Kyndil í Vági.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
KYNDIL | 8 | 237 | 186 | 51 | 12 |
H71 | 6 | 187 | 135 | 52 | 11 |
NEISTIN | 7 | 189 | 147 | 42 | 10 |
STJØRNAN | 6 | 182 | 124 | 58 | 9 |
STÍF | 8 | 192 | 197 | -5 | 6 |
EB | 7 | 122 | 225 | -103 | 2 |
VB | 8 | 161 | 256 | -95 | 0 |