Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, í svari til ein grein 52a fyrispurning frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, sum hevur sett henni fýra spurningar um eftirlit við rúsevnum.
Løgtingskvinnan spyr soleiðis:
1. Verða øll skip og bátar, sum koma til landið, kannað gjølla fyri rúsevni?
2. Um nei, hvør er orsøkin til hetta?
3. Hvat skal til av starvfólkaorku og útgerð fyri, at øll skip og bátar verða kannað?
4. Hvat er status við Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum 2022-2028 viðvíkjandi teimum tilmælum, ið landsstýriskvinnan varðar av?
##med2##
Kanna ikki øll skipa og bátar
Ruth Vang, landsstýriskvinna, svarar noktandi upp á fyrsta spurningin.
– Nei, ikki øll skip og bátar, sum koma til landið, verða kannaði fyri rúsevnir, sigur landsstýriskvinnan.
Í svarinum til annan spurning vísir hon á, at TAKS hevur gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu nógv skip og bátar koma til landið, sum sæst niðanfyri:
- 2023 komu: 1.878 skip og bátar
- 2024 komu: 1.828 skip og bátar
- 2025 komu: 1.727 skip og bátar
– Av tí at talið á skipum og bátum, sum koma til landið, er so høgt, hevur TAKS ikki møguleika fyri at gera neyvt rúsevniseftirlit av øllum skipum og bátum, sigur Ruth Vang.
– Arbeiðshátturin hjá TAKS er, at skip og bátar verða tikin út til rúsevniseftirlit grundað á váðametingar, sigur hon.
##med3##
Spurd í triða spurningi hvat skal til av starvsfólkorku og útgerð fyri atøll skip og allir bátar skulu verða kannað, sigur hon, at ilt er at meta um, hvussu nógvari starvsfólkaorku TAKS hevur brúk fyri fyri at kunna senda tollarar og hundar umboð á øll skip og bátar, sum koma til Føroyar.
– Ein meting kundi verið, at tørvur er á 3 ella 4 toymum við 8 tollarum og tveimum hundum til hvørt toymið, sum bara skuldu havt til uppgávu at kanna skip og bátar fyri rúsevnir.
– Tað er í alt í minsta lagi 24 tollarar og 6 hundar, afturat teimum 14 tollarum og tveimum hundum, sum eru í dag, sigur hon.
Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á netinum við at logga á sos.fo













