Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg sleppa at royna seg í bólkaspælinum í EHF European League.
Viborg vann í seinna Play Off dystinum stórsigur 39-30 á Sävehof í BIO Circ Arena í Viborg. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 31-31. Sostatt vann Viborg ein samlaðan 70-61 sigur.
Viborg var á odda 19-16 í steðginum, og í seinna hálvleiki drógu tær meira frá svenska liðnum.
Jana skoraði fýra mál í dagsins dysti.
Komandi dystur hjá Viborg verður hálvfinalan í donsku steypakappingini. Tá verður Esbjerg mótstøðuliðið. Dysturin verður leiktur 29. desember.
Jana fer nú at hugsavna seg um fyrireikingarnar til endaspælið í Trier í Týsklandi, har Montenegro, Spania og Paraguay vera mótstøðuliðini.











