Teir 29 pólendingarnir, sum vórðu koyrdir í land av Norrønu í Bergen, eru nú á veg til Póllands við bussi. Menninir hava arbeitt í Føroyum, og vóru á veg heim til Póllands
Tá teir vórðu koyrdir í land, var ætlanin at senda teir við bussi til Danmarkar.
Men av Smyril Line frætta vit, at teir nú verða sendir beinleiðis til Póllands við bussi úr Bergen.