Í gjár tók Strandferðslan tað sjáldsama stig at avlýsa báðar seinnapartstúrarnar hjá Smyrli ímillum Havnina og Suðuroynna.
Smyril skuldi fara av Havnini á miðdegi í gjár, og norður aftur úr Suðuroy klokkan 14.30.
Men veðrið var so ringt at fyrsta avlýsingin í vetur varð veruleiki.
Ístaðin skuldi siglast suður aftur eftir vanligu ferðaætlanini klokkan 17.30.
Skiparin á Smyrli sigur, at tey kundu saktans havt siglt suður fyri veður.
Men líkindini vóru kortini so vánalig, at ferðaætlanin hevði farið heilt av lagi og tí varð gjørt av at avlýsa báðar seinnapartstúrarnar.
Í slíkum líkindum tekur ferðin suður ikki undir tríggjar tímar.
Tvs, at vit høvdu í fyrsta lagi kunna farið norðuraftur klokkan 15.30, ein tíma ov seinir eftir ferðaætlanini. Og tað vil so aftur siga, at fráferðin úr Havn klokkan 17.30 hevði ikki kunnað verið fyrrenn í fyrsta lagið klokkan 19.30.
Skiparin sigur, at eftir teirra tykki hevði hetta verið so tvørligt hjá ferðafólki, teir ístaðin valdi at avlýsa heilt, ístaðin fyri at lata fólk ganga og bíða í fleiri tímar.
Gingið hampiligt
Skiparin sigur, at suðuroyingar vita, hvussu tað er at sigla um suðuroyarfjørð í ringum líkindum, so teir mótmæla ikki, táið ferðir verða avlýstar.
Hann var landsynningur og eystan í ættini og tað eru ringasta ættirnar suður.
Vindurin var upp í 20 metrar um sekundið.
Í gjár gjørdi eisini tað seg galdandi, at tað rak í ættina.
Tað hevði verið sera ófantaligt suður.
Annars hevur tað verið sama veðrið at kalla alla vikuna.
Men tað hevur ikki verið so ringt at sigla, sum tað hevur sæð út til av landi.
Tað hevur passað seg so, at rákið hevur so gott, og tað hjálpir ónatúrliga væl.
Men seinnapartin í gjár høvdu teir fingið eystfalsbroddin ímóti sær í Suðuroyarfjørði.
Sovorðnar dagar er ikki nógv ferðafólk við.
Tað eru næstan bara tey,. sum noyðast.
Fyri at gera tað túrin lættari hjá ferðafólki, plaga teir at fara vesturum Sandoynna í slíkum líkindum. Í besta føri ger tað túrin ein hálvan tíma longri,. Men tað rullar so nógv minni, at ferðafólk vilja heldur verða tað longri umborð.
Men soleiðis sum veðrið hevur verið seinastu dagarnar, hevur Smyril mangan havt yvir tríggjar tímar um hvørja ferð.
Eisini í gjárkvøldið skuldi hann fara vestanfyri.
Annars siga teir frá batnandi veðri nú, so vónandi verður tað frægari í komandi viku.