Smyril seinkaður vegna tekniskar trupulleikar

Smyril var seinkaður á Havnina í morgun vegna tekniskar trupulleikar á einum av høvuðsmotorunum.

Hann var ein tíma seinkaður til Havnar og skuldi verið farin av Havnini aftur til Suðuroyar klokkan 8:45. Men tað verður helst ikki fyrr enn um einar tveir til tríggjar tímar.

 

Annars sigur Strandferðslan, at vegna vána veðurforsøgn í dag og í morgin kann roknast við broytingum ella avlýsingum á øllum leiðum.