Smyril siglir við trimum motorum

Smyril siglir við trimum motorum, skrivar Starndferðslan á ssl.fo.

 

Og tí kann eisini roknast við broytingum ella seinkingum á leiðini um Suðuroyarfjørð í næstum.

 

Boðini á ssl.fo eru soljóðandi:

 

Av tí at Smyril fer at sigla við trimum motorum, galdandi frá hósdegi 4. juli, eru møguligar seinkingar væntandi á leið 7. Eftir ætlan verður siglt við fýra motorum aftur í viku 28.