Smyril siglur ikki fyrrenn í kvøld

Smyril avlýsir túrin av Krambatanga til Havnar seinnapartin Tað er nú greitt, at Smyril loysir ikki frá bryggju fyrrenn í kvøld.

Táið hann skuldi fara av Havnini klokkan 9.30 í morgun, var so nógvur vindur, at hann slapp ikki frá bryggju sum vit hava sagt frá longur niðri á Portalinum.

Og nú er tað avgjørt, at Smyril siglur ikki aftur fyrrenn eftir vanligari ferðaætlan klokkan 20 av Havnini í kvøld.

Tað merkir, at túrurin av Krambatanga klokkan 17.30 í seinnapartin, verður heldur ikki sigldur.