Sníkti seg til samlegu

Meðan hon svav sníkti maðurin seg til samlegu við ungu kvinnuni. Dómarin var eirindarleysur.

Eina náttina sníkti ein maður, mitt í 20’unum, seg til samlegu við eini yngri kvinnu. Hon var sovnað, og meðan hon svav gjørdi hann sær dælt av støðuni. Dómarin var eirindarleysur og revsaði hann við fýra mánaðum fongsulsrevsing, umframt at hann skal rinda kvinnuni 20.000 krónur í endurgjaldi.

 

Maðurin var nýliga fluttur inn í grannaíbúðina hjá kvinnuni. Eitt kvøldið, hon hevur vitjan av eini vinkonu, fella tey í prát og sita út á kvøldið og drekka saman.

 

Seinni lá leiðin ein túr í býin, men av tí at har var lítið fólk, vóru tey skjót heima aftur.

 

Vinkonurnar semjast um, at vitjandi vinkonan skal liggja nátt heima hjá fyrru vinkonuni, men tá hon síðani viðmerkir, at har verður nakað trongt, bjóðar maðurin teimum at sova í sínari song.

 

Tey leggja seg so øll trý í songina, hann er skjótur at leggja seg mitt í, og so kvinnurnar báðar hvør sínu megin.

 

Órættaða kvinnan sovnar fyrst, meðan hini bæði liggja og práta saman. Løtu seinni merkir órættaða kvinnan, at maðurin ger seg inn á seg. Hon heldur fyrst, at hon kanska droymir, men tá tað hendir aftur og hon snarar sær á, sær hon, at maðurin tveitir seg niður á búkin at liggja.

 

Maðurin greiddi í rættinum frá, at hann ikki mintist hendingina. Hann kundi ikki nokta fyri, at hann kanska hevði gjørt okkurt, men í so fall, so var tað gjørt í svøvni, vildu hann og verji hansara vera við.

 

Tey hava øll trý greitt frá, at tað ongantíð var talan um nakað seksuelt millum tey alt kvøldið, eingir seksuellir undirtónar.

 

Ákærin metti, at maðurin heilt greitt hevur gjørt seg inn á eina kvinnu, sum ikki var før fyri at gera mótstøðu, tí hon svav. Ákærin vísti á, at tey ikki høvdu prátað nakað um slíkt og hon eingi tekin gav til, at hon var áhugað í samlegu.

 

Maðurin noktaði ikki fyri hendingunum sjálvum, men metti ikki, at maðurin kundi revsast, tí hann svav sjálvur.

 

Verjin helt, at um dómarin ikki vildi góðtaka, at maðurin svav, mátti leggjast til grund, at maðurin hevði góða grund at vænta samlegu hetta kvøldið, tá genturnar løgdu seg í songina. Verjin metti eisini, at so skjótt maðurin skilti, at kvinnan ikki var áhugað, gavst maðurin eisini.

 

Dómarin fann hann sekan í ákærunum og valdi at revsa hann við fýra mánaðum treytaleysari fongsulsrevsing. Hann helt, at kvinnan hevði greitt róliga, nágreiniliga og trúverdiga frá hendingunum hetta kvøldið. Dómarin helt, at tá maðurin tveitt seg á búkin, tá hon vendi sær á, var tekin um, at hann var vakin. Dómarin metti  ikki, at nøkur orsøk var hjá manninum at vænta, at kvøldið skuldi enda við samlegu, hóast kvinnurnar endaðu í hansara song báðar.

 

Maðurin kærdi avgerðina á staðnum.