Snartíðindi frá hósdegnum

Danskur toppskorari til føroyskt felag, familjumál verða yvirtikin og onkuntíð mugu foreldur noyða børnini at gera eitt hvørt.

B68 hevur styrkt seg við tveimum spaniólum, men tað var ikki bara bara at koma til Føroya at spæla. Mamma annan teirra segði kortanei.

 

Nú talan er at lata byrgingina á Haraldssundi upp, reisa tingfólk spurningin, um eitt sjóvarorkuverkfall kann byggjast í sundinum.

 

Ein pápi var í Føroya rætti ákærdur fyri ólógliga noyðslu av soni sínum. Dómarin fríkendi tó mannin við tí grundgeving, at umsorganarábyrgdin hjá foreldrunum kann krevja, at foreldrini fara harðliga til verka til tíðir.

 

Tað eru ikki bara Effo-liðini, ið leita sær styrk uttanlands. 07 Vestur hevur gjørt avtalu við fyrrverandi toppskoraran hjá Thisted. Hann skoraði hattrick í fyrsta dystinum fyri 07 Vestur.

 

Nýtt Sjálvstýri leggur fram uppskot, um at foreldur, ið velja at vera heima við børnum sínum, skulu fáa pening frá landinum afturfyri.

 

Lærarar í Skúlanum á Fløtum tala nú at. Nógva ferðingin millum ymisku deildirnar á skúlanum gongur út yvir fakligu evnini, siga teir.

 

Nógv verður tosað um, at fólk flyta úr útjaðaranum til býirnar og at smærri bygdaskúlar verða niðurlagdir. Nú er líkt til, at skúlin í Svínoy má lata upp aftur. Ein familja við fimm børnum flytir í næstum út í oynna.

 

Um hálvttriðja ár, ólavsøkudag 2018, verða persónsmál, familjumál og arvarættur yvirtikin, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. Tó kann tað taka longri tíð, áðrenn føroyskar lógir koma í gildi á hesum økinum, sigur hon.

 

Í kvøld spæla OB og AGF og annar av føroysku superligaspælarunum, Jóan Símun Edmundsson, er úttikin til hópin hjá OB.  Dysturin byrjar klokkan 17 og sæst á TV3Sport1.