Snoop hevur konsert í Danmark

Amerikanski rapparin, sum er líka so kendur fyri sítt stóra forbrúk av hasji sum fyri tónleikin, kemur til Danmarkar at hava konsert. Hetta er triðja konsertin hjá Snoop Dogg í Danmark.

 

Vælumtókti rapparin skal hava konsert í Store Vega tann 27. juni í ár. Tað var eisini her, hann rappaði á útseldari konsert í oktober í fjør.

 

Tey, ið kundu hugsað sær at hoyrt og sæð Snoop rappað til løg sum "Drop it like it´s hot", "What´s my name" og nýggja hittið "Breathe", skulu tískil vera skjót í vendingini, tá atgongumerki til konsertina verða sett til sølu mánadagin 23. apríl.