So er fótbólturin liðugur

Eftir lokna landskapping og eitt landsliðsbrak í Hannover varð punktum sett fyri fótbóltinum, 2002, tá stór gallaveitsla varð hildin í Fuglafirði

Fótbóltsgalla

Seinnu árini hevur tað verið siður, at við lokið kappingarár verður stór gallaveitsla hildin, til tess at heiðra teimum, sum hava kappast hvør móti øðrum og eisini innanhýsis seinasta hálva árið ella so.
Alt byrjaði við hondbóltinum, men skjótt komu hinar ítróttargreinarnar eisini eftir hesum, og fótbólturin var einki undantak í so máta.

Fyrstu ferð á bygd
Tey trý seinastu árini hevur gallaveitslan verið skipað í Havn, men í ár varð hon so fyri fyrstu ferð hildin uttan fyri Havnina, tá GÍ hevði átikið sær at halda galla.
Og ikki kann sigast annað enn, at undirtøkan var góð. Eini 150 fólk út mest sum øllum landinum høvdu leitað sær til Fuglafjarðar, hóast veðurlíkindini søgdu, at tað helst fór at gerast dekan ov hált, sum náttin leið.
Í mun til undanfarnu gallaveistlurnar varð ikki so nógv gjørt burtur úr borðhaldinum hesa ferð, men sum skilst á luttakarunum, so gjørdi hetta sum so einki. Væl smurd smyrjibreyð vóru á menu-kortinum, og og meðan leikararnir hugnaðu sær, vórðu røður av ymsum slag hildnar, har kanska serliga tann hjá Torbjørn Jacobsen fekk fólk at flenna í kíki.

Heiðraðu teimum bestu
Hæddarpunktið undir borðhaldinum var sjálvandi, tá heiðursgávurnar til bestu leikararnar og venjararnar skuldu latast. Á sama hátt sum í fjør hevði Sosialurin skipað fyri atkvøðugreiðslu, har liðformenn og venjarar úr ymsu feløgunum fingu høvi at siga, hvønn tey hildu vera bestan hetta farna árið.
Atkvøðast skuldi um, hvør hevði verið ávíkavist besti málverji í árinum, besti venjarin, og ársins stjørnuskot. Og so skuldi sjálvandi eisini finnast fram til, hvørji høvdu verið best av øllum hetta farna kappingarárið.

Toppskjúttarnir vunnu
Ikki óvæntað, so fall hesin seinastu heiðurin á tey bæði, sum eisini endaðu ovast á máltindunum í farna kappingarárinum. Nevnliga Andrew av Fløtum úr HB og Rannvá Andreasen úr KÍ.
Andrew hevur í ár havt eitt framúr gott kappingarár. Bæði perónsligt og saman við liðnum. Við HB gjørdist hann føroyameistari í bestu mansdeildini, og sjálvur endaði hann eisini ovast á máltindunum við sínum 18 málum. Undanfarin ár hava skaðar ofta nervað avrikini hjá evnaríka leikarunum, men nú hann kom heilur ígjøgnum eitt kappingarár, stóð eingin honum kurl, og sum prikkurin yvir i?num vann hann sær eisini fyri fyrstu ferð pláss í byrjunaruppstillingini á landsliðnum, tá Týsklands-dysturin stóð á skránni. Ein uppgáva, sum framherjin eisini loysti uttan stórvegis hóvasták.
Fyri Rannvá Andreasen mundi árið í ár kennast sum ein stórur fløvi eftir partvíst miseydnaða árið í fjør. Ta ferðina var hon ein av týdningarmestu leikarunum á gullvinnandi Oyggjaleikaliðnum, men seinna hálva av kappingarárinum varð oyðiløgd av skaðum, og tó at hon kundi fegnast um gull saman við liðfeløgunum, so mundi tað kennast eitt sindur hálvt, at hon ikki hevði verið við til at sparka gullið heim í endaspælinum.
Í ár skuldi tó gerast árið, har Rannvá kom meira enn sterkt aftur. Alt kappingarárið var KÍ at kalla flúgvandi, og tó at tær taptu ein dyst í grundspælinum, so endaðu tær endaspælið við fullum stigatali, og kunnu sostatt rættiliga suverent rópa seg besta lið í Føroyum aftur í ár. Og á leikarasíðuni er einki at ivast á, at Rannvá Andreasen taldist millum tær stóru. Ikki bara gjørdist hon toppskjútti við sínum 20 málum í 10 dystum! Hóast tað ikki verður gjørt upp, so er tað neyvan at taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at Rannvá var leikarin við flestu uppleggunum hetta kappingarárið, og meira enn ta einu ferðina var tað júst hon, sum var munurin á liðunum, tá dystirnir gjørdust dekan av tættir.
Sosialurin ynskir teimum báðum, Andrew og Rannvá, hjartaliga tillukku við heiðrinum sum tey bestu í hesum árinum, og samstundis verður eisini sent eitt stórt tillukku til hini, sum fingu steyp at prýða hillarnir við burturúr kappingarárinum.