Valdu teinar til hálvmarathon í fjør gjørdi sær dælt av vakra umhvørvinum og serstaka upplivilsinum tað er at renna ella ganga her suðuri og fekk eisini góð skoðsmál eftir dýrdardagin sum var.
Eftir lokið tiltak, var beinanvegin farið undir at eftirmeta og fyriskipa hálvmarathon komandi ár og talan verður aftur um 3 teinar, men við teimum tillagingunum, sum rátt var til. Av tí sama so vænta vit at komandi tiltak verður uppaftur betri vitjað enn tað farna og at undirtøkan fer bara at vaksa.
Upprunatankin við hálvmarathon í Sandoynni er bæði at fyriskipa eitt gott, sunt og stuttligt renni- og gangitilboð á somu leiðum sum sandoyingar og gestir javnan vitja, men eisini at tryggja eina bíliga uppliving fyri øll, uttan mun til um man meldar seg til at renna/ganga á fyriskipaðu teinunum ella um man velur at vitja tiltakið, kopla úr og hugna sær við vinum, kenningum, familju og øðrum í felagsskapi.
Har er økið á Mørkini, miðskeiðis í bygdini, serstakliga væl egnað til ein barna- og familjuhugnadag uttan líka. Sandoy hálvmarathon er sostatt meir enn bert eitt rørslutiltak - tað er okkara samverudagur.
Eins og í ár verða tað hoppiborgir, ábit, tónleikur, og nógv annað.
Hesu ferð er eisini møguleiki at keypa blusur við okkara búmerki á.
Meldast kann til á atgongumerki.fo
Vit gleða okkum at bjóða tykkum øllum til ein hugnaligan og stuttligan hálvmarathon dag komandi ár í einastandandi flottum og søguríkum umstøðum.











