Ein litur av diesel dýrkaði fyri løtu síðani 31 oyru. Ein litur av bátadiesel somuleiðis 31 oyru og ein litur av gassolju – húsarhaldsolju, hækkaði eisini 31 oyru.
Tað merkir, at ein litur av húsarhaldsolju enn einaferð er methøgur. Ongantíð áður hevur ein litur av gassolju kostað oman fyri 13 krónur. Og síðani russisku innrásina í Ukraina 24. februar er húsarhaldsoljan í Føroyum dýrkað 46,5 prosent.
Talan er um fimtu príshækking á olju tað sum farið er av hesum mánaðinum.
Talan er eisini um fyrstu príslækking á bensini síðani 8. apríl. Tá kostaði ein litur av bensini 12,48 krónur og er hann hæakkaður 14 ferðir síðani tá – til hann nú lækkaði við 32 oyrum.
Soleiðis hevur prísurin á olju og bensini verið í Føroyum síðani 24. februar í ár:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med5##