Hondbóltstos
Sum vit skrivaðu í leygardagsblaðnum, so høvdu tvær av leikarunum hjá Stjørnuni møguleikan at vinna sítt fimta gullmerkið innan minni enn eitt ár.
Onnur teirra var liðskiparin á liðnum, Una Olsen. Sum vera man, so var frøin stór, nú hon fyri fimtu ferð síðani í summar kann gera seg til reiðar at taka ímóti einum gullmerki, og tá vit spurdu hetta, hvørt hetta eisini var tað strævnasta at heinta, ivaðist hon ikki eina løtu.
- Og so nógv tað strævnasta. Steypafinalan var sjálvandi eisini strævin, men har var tað yvir ein einstakan dyst. Hetta er vunnið yvir eitt kappingarár, og tað krevur nakað væl meira.
Ikki endurtaka mistøkini
Fyrra hondbóltsgullið á árinum kom til høldar, tá Stjørnan vann steypafinaluna á VB, og Una segði eftir dystin, at finalan móti VB eisini var nakað, sum tey høvdu við í fyrireikingunum.
- Vit tosaðu nógv um, at vit ikki endurtóku mistøkini, sum vit tá framdu. Serstakliga tað, at vit komu so seint í gongd ta ferðina.
- Hóast hetta, so gekk tað sera striltið hjá okkum fyrstu løtuna, og var tað ikki fyri Lidiu, so kundi tað gingið heilt galið. Vit komu tó aftur, og sjálvt um vit vóru tvey mál aftan fyri í steðginum, so nervaði tað okkum als ikki. Tvey mál eru púrasta einki í hondbólti, og vit trúu fult og heilt upp á møguleikan, tá vit komu út til seinna hálvleik.
Tað vísti seg so eisini at ganga hjá Stjørnuni, men hóast leiðslan tóktist trygg seinastu fimm minuttirnar, so helt Una sjálv, at hon ikki kendi sigurin vísan, fyrr enn seinasta bríkslið hevði ljóðað.
- Kanska roknaði eg við tí, tá Lidia tók hatta brotskastið, men eg veit ikki. Spenningurin var so stórur, og eg hevði alla tíðina kensluna av, at um vit slakaðu, so mistu vit alt aftur. Tað mátti ikki ganga galið, og tað gjørdi tað so tíbetur heldur ikki, segði hon smílandi.
Hugni á skránni
Og smílið stendur eisini við, tá tosið fellur inn á komandi vikuna. Ein vika, sum skal enda við heimadysti móti Neistanum, har ein stúgvandi full KÍ-høll væntandi fer at heiðra Stjørnuni. Og nú gullið er tryggjað, roknar Una eisini við, at tann dysturin verður nakað lættari, enn hann annars vildi verið.
- Sjálvandi fara vit inn fyri at vinna. Tað gera vit hvørja ferð.
- Men tað verður nokk eitt meira hygg yvir spælinum nú, enn tað annars vildi verið. Tað sama rokni eg eisini við fer at galda fyri venjingarnar. Í øllum førum rokni eg við, at tað ikki verður talan um nakra straff-renning hesa vikuna, segði ein stórsmílandi Una Olsen at enda.