So nógv kostar fólkatingsval flokkunum

Sambandsflokkurin brúk flestar pengar til fólkatingsvalið í 2019.

 

At tað er eitt sindur ymiskt, hvussu nógvar pengar flokkarnir brúka til fólkatingsval, sæst í roknskapunum hjá einstøku flokkunum.

Sambært roknskapunum fyri 2019, so var tað Sambandsflokkurin sum brúkti flestar pengar til valið, sum flokkurin eisini vann sum størsti flokkurin við 7.360 atkvøðum, sum svarar til 28,3 prosent. Flokkurin hevði á valinum eina framgongd upp á 4,8 prosentstig, og vann sessin frá Tjóðveldi, so pengarnir hava kansa verið væl útgivnir.

Flokkurin, sum brúkti næstflestar pengar var Tjóðveldi, sum gjørdist nummar fýra og taparin á valinum. Flokkurin misti sessin á Fólkatingið við stórari afturgongd. Flokkurin fekk 4.832 atkvøður, sum svarar til 18,6 prosent. Tað var ein afturgongd upp á 5,9 prosent í mun til fólkatingsvalið í 2015.

Triðflestar pengar brúkti Fólkaflokkurin, sum hevði eitt lutvíst gott val, tó at hann ikki vann sessin. Flokkurin brúkti 341.000 krónur til fólkatingsvalið, sum gav flokkinum 6.181 atkvøður, sum varar til 23,8 prosent.

Fjórðflestar pengar brúkti Javnaðarflokkurin, sum brúkti 310.000 krónur. Flokkurin endurvann sessin við 6.640 atkvøðum, sum svarar til 25,6 prosent, ið var ein framgongd upp á 1,3 prosentstig.

Sjálvstýri hevði nógv ta minstu fíggjarætlanina til fólkatingsvalið í 2019 og brúkti bara 10.588 krónur. Sjálvstýri stillaði bara táverandi formannin og nú fyrrverandi sjálvstýrismannin, Jógvan Skorheim, upp á fólkatingsvalinum.

Tað ber ikki til – út frá roknskapinum – at siga, hvussu nógv Framsókn hevur brúkt til fólkatingsvalið í 2019, tí flokkurin hevur í roknskapinum bólkað bæði løgtingsvalið og fólkatingsvalið undir sama posti – sum gevur 513.867 krónur til bæði valini, sum vóru í 2019.