Nú ber til at rokna út, hvussu nógv kyksilvur tú fært í teg við matinum, tú etur.
Umhvørvisstovan hevur nevniliga gjørt ein roknara, har tað ber til at meta um, hvussu nógv kyksilvur er í matinum, tú etur.
Samstundis kanst tú síggja, um tú ert undir hámarkinum, sum matvørutrygdarráðið í Evropa, EFSA, hevur ásett.
Endamálið við roknaranum er at geva fólki eitt betri innlit í, hvaðani tey fáa kyksilvur í seg – og tað er ikki bara frá grind, sigur Umhvørvisstovan.
Meginparturin av tí kyksilvuri, vit fáa í okkum við matinum, fáa vit úr mati úr sjónum, eitt nú úr fiski og úr grind.
Men kyksilvur er eitt grundevni, sum er mest sum allastaðni, og sostatt eisini í næstan øllum mati, og tískil er eisini eitt sindur av kyksilvuri í korni og frukt.
Við roknaranum skalt tú skriva, hvat tú vigar, og hvat tú hevur etið ein dag, ella eina viku, og so ber til at rokna út, áleið hvussu nógv kyksilvur, tú kanst vænta at fáa úr matinum.
Kyksilvur kann hópa seg upp í kroppinum, men tað fer eisini úr kroppinum aftur. Trygdarmarkini fyri inntøku av ólívrunnum kyksilvri og metylkyksilvri eru ávikavist 4 og 1,3 µg fyri hvørt kg tú vigar.
Hámarkið fyri hvussu nógv metylkyksilvur, tú eigur at fáa í teg um vikuna, er ásett út frá kanningum av børnum í Føroyum og Seychellunum, sigur Umhvørvisstovan.
Kyksilvurroknarin kann roynast við at trýsta HER