fótbóltur
B36 hevði avgjørt ikki ráð at missa nakað, tá teir vitjaðu í Miðvági sunnudagin. Í øllum førum ikki, um teir framhaldandi skuldu halda lív í vónini um ætlaðu heiðursmerkini í ár, tí vána byrjanin hjá liðnum hevur longu kostað í meira lagi.
B36 á tí mesta
Og innanhýsis ófriðurin, sum hevur valdað hesa seinastu vikuna ella so, mundi heldur ikki havt gjørt vónirnar hjá áskoðarunum betri. Julian Johnsson fór brádliga av landinum, og ikki minst hevur tað skapt øsing, at hesin sambært leiðsluni ikki var nakar ítróttarligur missur fyri felagið. Hartil fekk Bárður Mortansson, sum annars var um at koma fyri seg, aftur skaða undir fríggjadagsvenjingini, og tí kundi hann ikki gerast tann styrkurin, sum vónirnar annars vóru settar til.
Men hvussu var og ikki, so sýndi B36 heilt skjótt, at hendan dystin ætlaðu teir at vinna. Møguleikarnir, sum hava verið syndarliga fáir hjá liðnum hetta kappingarárið, vóru brádliga fleiri í tali, og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn úrtøka var fingin úr hesum. Heðin á Lakjuni royndi seg við skoti av brotsteigarmarkinum, og bólturin smoygdi sær beina leið í netið.
Og so sat B36 á tí mesta. Fleiri ferðir høvdu teir heilt góðar møguleikar. Ikki minst teir báðir álopsmenninir, John Petersen og Heðin á Lakjuni. Vágamenn tóktist hinvegin púra deyðir í framrættaða spælinum, og sæð burtur frá deyðbóltsstøðum var tað sera lítið, sum teir høvdu at hótta B36-liðið við. Og dygst undan steðginum fall so avgerðin, tá John Petersen eftir frálíkt einmansavrik sendi bóltin í netið.
Í seinna hálvleiki var spenningurin at kalla burtur, men hetta forðaði tó ikki B36 í at gera meira um seg. Fyrst stóð John Petersen leysur, tá hvørki verja ella málverja tóktist vera áhuga í einum langum bólti frá Pól Thorsteinsson. Álopsmaðurin tók bóltin niður, dróg nakrar ferðir og høgdi so bóltin upp í hornið. Kanska fyri líka sum at geva eina ábending um, at hann nú aftur er um at finna stevið, sum annars ikki hevur verið so gott í ár.
Vágamenn fingu minkað munin, tá Kim Poulsen sendi ein siglandi bólt ? kanska var talan um innlegg ? yvir í handara horn, men tað kundi sum so vera tað sama. Og tað eydnaðist eisini B36 at staðfesta sigurin, ta Heðin á Lakjuni úr stuttari fjarstøðu sendi ein bólt frá Jákup á Borg í netið.
Kanska startskotið
Fyri B36 mundi hesin dysturin av álvara kennast sum startskotið til kappingina, har teir nú skulu royna at vinna seg inn aftur á fremstu liðini á talvuni. Ikki minst mundi tað kennast hugaligt, at liðið hesaferð skapti teir møguleikar, sum so dyggiliga hava mangla higartil. Tað verður eisini neyðugt komandi vikurnar, tí í nógvar mátar verða komandi dystirnir avgerandi hjá B36. Fimm ferðir á rað spæla teir í Havn, og fýra teir fyrstu av hesum av hesum dystum eru móti teimum fýra, sum í løtuni eru ovast á stigatalvuni.
Hjá vágamonnum er ikki nógv annað at gera enn at staðfesta, at hetta á ongan hátt var teirra dagur. Liðið hevur annars í fleiri førum rættiliga víst tenn í ár, men onkursvegna tóktist virðingin fyri mótstøðuni at vera ov stór hesaferð. Ferð kom ongan tíð á spælið fram eftir vøllinum, og við einum somikið løttum miðvølli, sum vágamenn hava, er tað fyrst og fremst bóltflytingarnar og ikki stríðsfýsni, sum skal vera avgerandi á miðjuni.
Dysturin í tølum
FS Vágar-B369 1-4 (0-2)
0-1: Heðin á Lakjuni
0-2: John Petersen
0-3: John Petersen
1-3: Kim Poulsen
1-4: Heðin á Lakjuni
FSV: Jákup Joensen ? Eyðfinn Fjallsbak, Jóhannis Joensen, Vlad Osipovs, Ari Thomassen ? Bjarni Prior, Silva, Jens Erik Rasmussen, Jack Johansen ? Elfinn Ørvarodd, Slayton Soares
B36: René Tórgarð - Allan Mørkøre, Fróði Clementsen, Pól Thorsteinsson, Kenneth Jacobsen ? Niels Joensen, Jákup á Borg, Klæmint Matrasen, Jens Kristian Hansen ? John Petersen , Heðin á Lakjuni