Vissti tú at...
...hagfrøðiligt skal tú flúgva hvønn dag í meiri enn 29.000 ár, áðrenn tú doyr í einari flogvanlukku
...vandin at doyggja í einari flogvanlukku er 1 av 11 miljónum
...eingin flogvanlukka er enn hend av turbulensi
...eitt normalt ár flúgva umleið 1,2-1,3 miljardir menniskju
...miðaltalið seinastu 10 árini fyri deyð í flogvanlukkum er 778 fólk um árid
...millum 20 og 25 prosent av øllum fólkum eru skeptisk ella bangin fyri at flúgva
...at drekka spiritus ger teg ikki minni bangnan – men heldur meiri. Kenslan av at ikki hava kontroll yvir sínum egna kroppi ger flogræsluna størri.
...tað hjálpur at seta seg inn í, hvat hendur umborð á flogfarinum, hvussu tað fungerar og hvar tey ymisku ljóðini koma frá.
...um tað ikki hjálpur at lesa er besta ráðið at fara til ein sálarlækna, ið kann hjálpa tær. Kognitiv terapi hevur víst seg at hjálpa væl.
Kelda: TUIfly Nordic. Lesið meira inni á www.flygtrygg.nu