So skerdu teir eikina Stórá – um vatnorkuútbygging í Eysturoy

Uttan nakað hóvasták eru áirnar við Norðskála tiknar upp í vatnorkuskipanina við Eiðisvatn. Hvat fingu vit burturúr, og hvussu sær út?

Ingvard Fjallstein

---------


Sum ein eik hevur Stórá við Norðskála ligið í lendinum í túsundi av árum. Rótin á Móstøðuni í Sundinum, og bulurin úr sjóarmálanum og niðan í Skálagjógv niðanfyri landsvegin. Omanfyri landsvegin savnast greinarnar úr ymsum ættum.


Undan Gráakletti og Gráasteini fyri norðan kemur Daláin so smoykin. Tippisá við sínum løkum kemur av Skálaskarði, oman ígjøgnum Ovaru fossar og Niðaru fossar og Fossagjógv. Stundum er fossurin í Fossagjógv ein lítil løkur, sum sigur stillar søgur um blómur og fuglar á leiðini. Aðrar tíðir sum froysandi ódjór, ið vil taka trøllið í fossinum við sær í ferðini, men enn stendur tað líka treiskt, sum tað hevur staðið í øldir.


Síðani leikar Tippisá oman í Dal, har niðurfalnu kráarløgini standa tøtt fram við áar¬bakk¬anum, og boða um lív í farnum tíðum. Niðri í Tippi leggjast greinar afturat undan Fossabrúgv og Breiðateigi.


Skarðsá kemur av Skarðinum undir Nøvini oman móti Tingheyggi, og fellur niður í Gjønna

sunnanvert Tingheygg. Skálá savnar sær løkir úr lendinum undir Stórarókshamri og Lokkafels¬ryggi. Hon savnar eisini løkir úr Lokkafelsduri, sum í øldir hava grivið sær legu ígjøgnum Lokkafelsrygg. Skálá fellur somuleiðis í stórbarum fossi niður í Gjønna sunnanvert Tingheygg. Úr Gjønni gongur leiðin oman á Túvu.


Í tronganum við Djúpakassarygg renna áirnar saman, og fara froysandi oman í Djúpakassa, Skálagjógv, Antarvað og á Móstøðuna. Ósan, sum einaferð var verdur eina mørk, tí har vaks kræklingur í ríkum meingi. Har heilsast áin og havið.


Vatnorkuútbygging

Fyri nøkrum árum síðani varð farið at gera vatntunil millum Svínáir og Norðskála, soleiðis at vatnið úr áunum við Norðskála kundi leiðast norður til Eiðisvatn. Henda verkætlanin verður ofta nevnd Eiði2.


Vegur varð gjørdur til munnan til vatntunil nakað sunnanfyri og niðanfyri tunnilin á landsvegnum við Norðskála. So varð farið at spreingja. Bygdarfólkið við Norðskála kvakk við av ristingum og fjalladuni bæði á degi og nátt í langa tíð. Henda ófrætta fráboðanin fjaraði so líðandi burtur, so hvørt sum arbeiðið kom longur norður. Skjótt lá stór rúgva av sprongdum gróti frá tunlinum oman eftir Tunguni.


Næsta fráboðanin kom seinasta vetur og vár, tá Stórá rann tjúkk í evju í langa tíð. Evjan rann út á sjógv og litaði Sundið grátt út á miðjuna og suður móti Brúnni um Streymin. Allur vøkstur í fjøruni var avtakin av evju úr tunlinum.


Seinasta summar varð farið at gera vatntøkurnar í áunum. Smáar byrgingar at samla vatnið í slokurnar. Tyrla fleyg sum klokkupendil millum vegin og áirnar við betongi. Ikki bara stóru áirnar, men hvør løkur fekk sína vatntøku. Sjey tøkur frá Skálá til Tippisá umframt nakrar norðanfyri Tippisá.


Um árskiftið seinasta varð sagin sett á. Allar tær ovaru greinarnar til Stórá vóru kvettar av. Ikki ein vatndropi sleppur framvið. Stórá liggur nú sum ein skerd eik eftir í lendinum, har krúnan er kvett omanav. Sært tú myndina av fólnaðu innantómu eikini?


Einki hóvasták

Uttan nakra nærri fráboðan vórðu áirnar við Norðskála knýttar upp í vatnorkuskipanina við Eiðisvatn. Einki hóvasták. Eingin snórur kliptur. Eingi hálovandi tíðindafólk og eingi myndafólk. Hendingin er ikki ein gongd nevnd á heimasíðuni hjá eigaranum, okkara elfelag! Nakrar myndir eru nú á www.varvasteinur.net.


Eingin tíðindafundur um, hvussu ótrúliga stóran týdning hesar áirnar hava fyri grøna immiggið hjá Føroyum. Einki um fyrimunir og vansar fyri náttúru og umhvørvi á staðnum. Einki um fyrimunir og vansar fyri vinnuvirksemið í Sundalagnum. Eingi framleiðslutøl og einki um, hvussu nógvar CO2 eindir færri verða sleptar út í lofthavið við Føroyar, nú hesar árinar afturat renna norður í Eiðisvatn. Bara tøgn, deyðatøgn.


Hvussu sær út?

Beint niðanfyri vatntøkurnar er so at siga ikki ein dropi av vatni í áunum. Eisini sjálvt um tað hevði regnað náttina frammanundan, eg kom framvið. Fossarnir upp í Gjønni sunnavert Tingheygg eru so at siga heilt turrir, men niðanfyri fossin rennur ein lítil løkur, sum helst stavar frá keldu har. Í Gjønni er friður nú, kirkjugarðs¬friður!


Tippisá er serliga turr meira enn hálva leið oman móti Tippinum, men fossurin í Fossagjógv slapp undan, tí vatntøkan liggur í gjómunnanum. Inni í Fossagjógv ber enn til at hoyra fossin siga søgur og kvøða kappakvæði.


Nógv lendið setir til áargreinarnar niðanfyri vatntøkurnar, so væntandi var, at nakað av vatni fór at vera í ánni, tá vátt var um. Ein vanligan vátan vetrardag rennur Stórá í turrari summarfylling frá landsvegnum omanfyri Norðskála og oman á Móðstøðuna. Í turrari summarfylling mitt um veturin. Tað er lítið at bjóða fremmandafólki.


Nú kavin liggur, er nakað tað sama av vatni í ánni, tá hon kemur oman til landsvegin, sum tá tað hevur regnað. Uppi í Gjønni sunnanvert Tingheygg var løkurin ikki deyðakaldur, men hevði so frætt av jarðarfløga, at hann bræddi kavan, og var opnari her uppi enn longur niðri.


Væntandi verður Stórá sera lítil, tá turkur er um summarið. Fossarnir í Skálagjógv og í Antarvað verða tá bert nøkur hým, sum flaksa í líggja lotinum. Eisini teir. Livst, so spyrst.