So tapti Neistin

Heilar tíggju ferðir á rað var Neistin farin av vølli sum vinnari, fyrr enn liðið fríggjakvøldið mátti lúta fyri VB suðuri í Vági

VB - Neistin 27-25 (12-14):

Higartil í ár hevur Sunset-kappingin snúð seg um, hvør skal í finaluna ímóti Neistanum, sum hevur koyrt við síni egnu ferð – langt framman fyri hini. Fríggjakvøldið tapti Neistin fyri fyrstu ferð í vetur, men framvegis snýr kappingin seg um tað sama, tí æran mundi fáa størri snudd av tapinum enn støðan á stigatalvuni.
Dysturin í Vági var spennandi fyri tað allarmesta, men nokk so skjótt hevði Neistin hug at fara tvey og trý mál fram um VB. Tíðliga í seinna hálvleiki var VB um reppið at fáa Neistan aftur, men gestirnir settu enn eina ferð meira ferð á og hildu munin. Tá so Neistin skoraði til 23-20 ellivu minuttir fyri tíð og VB í sama minutti brendi brotskast, sá tað enn meira út til, at hetta skuldi gerast enn ein sigur til oddaliðið.
Men so var tað, at VB veruliga raknaði við og ordiliga setti seg á endan á dystinum í so stóran mun, at tað, sum eftir var av dystinum, vann VB 7-2, so tað rakk allan vegin til sigurs.
Í allarseinasta minutti fekk Neistin møguleika at javna til 26-26, tá Barbara Brauer skuldi skjóta brotskast, men Jurate Jankatiene í VB-málinum bjargaði, og í staðin kundi VB strúka avstað í skjótálop, sum endaði við, at Ana Lukic skoraði til endaliga úrslitið, 27-25 til VB.
Sostatt er VB sera væl við í kappingini um at koma í FM-finalurnar, tí liðið er ájavnt við Stjørnuna í stigum, men hevur spælt ein dyst færri. Neistin er framvegis seks stig framman fyri VB og Stjørnuna, so hóast tað óivað argar at tapa síðsta dystin fyri jól, er Neistin framvegis oddalið við stóra O.

VB: Ana Lukic 7, Laila Jespersen 5, Rannvá Johannessen 4, Una Egillsdóttir 3, Bára K. Mortensen 3, Natasha Ivanovski 2, Andrea Nielsen 2, Helga E. Kjærbo 1
Neistin: Marjun Danberg 8, Barbara Brauer 7, Bára Hansen 3, Annika Thomsen 3, Birita Wardum 2, Nicoleta R. Hansen 1, Stina Kollsker 1