Sundalags Bátafelag bjóðar til bátahugna í Hvalvík 30 mai. Eins og undanfarnu ár møtast bátarnir við Selatrað klokkan 13.30 og undir vegleiðing frá bátinum Juvel verður siglt til Hvalvíkar.
- Við komu til bátahylin verður fólk at taka ímóti bátunum og at hjálpa til at leggja bátarnar til bryggju - alt meðan harmonikutónleikur setur sín serliga dám á økið. Hvør bátur hevur møguleika fyri at fáa el og vatn, sum er á bryggjukantinum.
Sundalags Bátafelag sigur, at í tímunum millum klokkan 15 og 17 verður boðið til smyrjibreyð, eins og okkurt leskandi verður til góman. Seinni um kvøldið verður tjaldið opið aftur frá klokkan 20.30, har felagssangur og hugni er á skránni.
- OK Heilsøla tendrar aftur í ár stóru grilluna, og eisini eru hópin av motorsúkklum væntandi til Hvalvíkar.
Lagt verður aftrat, at umstøðurnar til kampingvognar eru nú frálíka góðar, og sær Sundalags Bátafelag fram til at bjóða teimum vælkomnum til tiltakið.
- Plássið til kampingvognar er tó avmarkað til einar 30 vognar, ið allir fáa atgongd til el og vatn, eins og møguleiki verður at tøma tangarnar á økinum, sigur felagið.
|