Í sama ári, sum B36 umsíðir endurvann FM-heitið, gevur felagið út søgu felagsins í bók.
Rennið dreingir, sum bókin kallast, snýr seg um Bóltfelagið B36, frá tí at tað varð stovnað og fram til 1997, tá felagið eftir stóra framgongd í fleiri ár, endiliga kom aftur á trúnuna í føroyskum fótbólti.
? Tá vit í 1991 fyltu 55 ár og samstundis fluttu inn í nýggju húsini, settu vit okkum fyri at savna alt hugsandi tilfar um B36 frá byrjan og fram til dagin í dag. Hetta vildu vit gera fyri, at skriva søguna hjá felagnum, greiður Kristian á Neystabø frá. Hann hevur verið formaður í B36 seinastu 10 árini, og hevur samskipað arbeiðið við bókini.
? Upprunaliga løgdu vit dent á at savna tilfarið fyri at verða førir fyri at skriva søguna, men tað var eisini uppá tal at geva hana út, og nú er hon so klár, og fæst til keyps týsdagin.
Nógvir hava hjálpt til
Tað liggur eitt megnar arbeiðið aftanfyri bókina, og nógvir pesónar hava hjálpt til.
? Hans Jacob Egholm var tann fyrsti, sum eg setti meg í samband við fyri at fáa savna tilfar, men síðani eru fleiri aðrir persónar komnir uppí.
Sonurin Hannis og blaðmaðurin Emil L. Jacobsen hava saman við Hans Jacob skrivað frásagnirnar um allar tær hendingar, spælarar og stuðlar, sum hvør á sín hátt hava verið við til at mynda felagið, og Álvur Haraldsen og Carl Mortensen hava leitað fram hópin av myndum. Pól á Kletti hevur havt nógvar samrøður við eldru limirnar í felagnum, sum tað var farið at minkað burturav, tá arbeiðið við at skriva søguna byrjaði fyri seks árum síðani, og Vagnur Dahl Michelsen hevur fest samrøður á band við Sverra Trónd Hansen um søgu felagsins, stovnan, og stríðið um viðurkenning og vøllin.
? At hava tílíkt tilfar til skjals er besta trygd fyri, at felagið varðveitir sínar røtur og sína kjølfestu, heldur fráfarni formaðurin í B36.
Bókin, sum fæst í sølubúðunum týsdagin er um hálvttriðjahundrað síður og ger nógv burtur úr søguni hjá B36, bæði í orðum og myndum. Og pláss verður eisini gjørt fyri tí allar feskasta í søguni, meistaraheitið, sum B36 vann í ár.