Felagið hevur stuðlað nógvum tiltøkum gjøgnum árini
Hósdagin verður Sørvágs Húsmøðrafelag 35 áar, og henda dag hava tær opið hús frá kl. 15 til 19. Øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið at fáa ein drekkamunn, kakao og okkurt afturvið.
Um kvøldið kl. 19.30 verður føðingardagsbingo.
Fyri hálvum trðja ári síðan fekk felagið egið hús. Tað var gamla missiónshúsið, sum Føroya Banki keypti í 1979-80 og bygdi um til banka.
27. februar 1995 fekk Sørvágs Húsmøðrafelag lyklarnar til húsið.
Í hálvt annað ár hevur Sørvágs Húsmøðrafelag havt dagtilhald í húsinum fyri fólka- og avlamispensionistar. Tiltakið hevur verið rættiliga væl vitjað.
Sørvágs Húsmøðrafelag var eisini fyri hálvum fjórða ári síðan við til at fáa bygdini barnagarð, sum verður rikin sum sjálvsognarstovnur. Felagið harmast, at ráð ikki hava verið at byggja nýggjan og størri barnagarð, sum kundi nøktað allan tørvin á barnaansing í Vágum.
Tað eru eisini hálvt fjórða ár síðan, at Sørvágs Húsmøðrafelag setti pening í partafelag til arbeiðsskapandi tiltøk, og tað bleiv til West Fisk.
Felagið hevur annars stuðlað fleiri øðrum tiltøkum gjøgnum árini.
Húsmøðrafelagið vónar, at nógv fólk nýta høvi at støkka inn á gólvið føðingardagin, hósdagin