Soleiðis bleiv ?kyss ein eingil? føroyskur

Tað er ein av spurningurin, sum verður svaraður í ?Søgur úr Nashvík? á Rás2 mánadagin. Eisini vitjar Óli Poulsen, sum í sjey vikur hevur verið ovastur á donsku sølulistunum Onnur sendingin í røðini ?Søgur úr Nashvík? verður at hoyra á Rás 2 mánadagin kl. 11.

 

Fløguaktuelli Uni Arge verður vertur í sendingini, har hann m.a. tosar við Óla Poulsen, sum í 22 ár hevur produserað tónleik í Danmark, og Jón Tyril, sum aftur hevur sett eina fjølbroytta skrá saman til G!-festivalin.

 

Ove Olsen fer at greiða frá søguni um country, og Birgir Kruse kannar, hvaðani føroyska Nashville-hittið, ?Kyss ein eingil,? stavar, og hvussu tað gjørdist føroyskt. Hallur Joensen og Martin Joensen greiða frá.

 

?Søgur úr Nashvík? er sendingin, sum hitar upp til stóra konsert í ítróttarhøllini á Hálsi 29. august, har heimskendir tónleikarar úr Nashville fara at spæla saman við fleiri av Føroya fremstu sangarum.

 

Felagið American Euro Link hjá Jákupi Zachariassen og Peturi Háberg Jacobsen stendur fyri at gera ?Søgur úr Nashvík? og skipar eisini fyri konsertini á Hálsi. Mentanarligur góðskutryggjari og kaffibryggjari í sendingini er Niclas Johannesen.