Soleiðis er at sita í rullistóli í Havn

 Eg kann ongastaðni í Havnini keypa mær eina fløgu. Tað sigur Jógvan Sofus Vágsheyg, sum situr í rullistóli.
Í samband við at MBF fer at gera eina »handicapguide« yvir Føroyar, avgjørdu vit at fara ein býartúr við Jógvan Sofus Vágsheyg, nevndarlim í MBF og finna útav, hvussu tað er at búgva í Tórshavn og verða búndin til rullustól

Túrurin byrjar heima hjá Jógvan Sofus, Undir Ryggi í Havn. Hann hevur sitið í rullustóli í sjey ár, síðani hann fekk ein blóðtøpp sum gjørdi hann lamnan í einari síðu.
 Nú havi eg vant meg við hetta lívið, sigur hann meðan hann fer í tí rúkandi ferð omaneftir brekkuni. Fyrsta forðingin møtir honum longu, tá hann skal um hornið hjá Essaba. Har er ongin gongubreyt, og tí noyðist hann út á vegin saman við bilum og bussum.
Okkara fyrsta stopp er Hotel Hafnia. Jógvan Sofus sleppur inn í gongina, men so er stopp. Trappur eru upp til »Einglabarrina«, og sleppur man upp har, eru enn fleiri trappir.
 Vit kunnu leggja tær eina rampu, so tú sleppur upp, rópar eitt av starvsfólkunum. Tá vit tosa við hana viðgongur hon, at tað ber til hjá handikappaðum at koma inn, men tað er avgjørt ikki lætt.
Á hinum hotellinum í býnum ber betri til, sigur Jógvan Sofus.
Løgtingsskrivstovuna, sum er nakrar metrar longri uppi, er ógjørlig at koma inn í. Har er eitt stórt trin, og um Jógvan Sofus hevði sína egnu rampu við, so hevði ikki borið til at komið longri enn innum hurðina, eftirsum húsið er fult av trappum.
 Men her er okkurt tit mugu síggja, sigur hann og fer afturum H. N. Jakobsens bókhandil. Har er Kunningarstovan flutt inn, og ein sera góð brekka er gjørd so at rullustólsbundin og onnur við hjólum sleppa inn.
 Hetta eri eg øguliga glaður fyri, sigur Jógvan Sofus.
Vit skunda okkum yvir um gonguteigin og staðfesta, at bæði býráðshúsið og Snarskivan hava góðar umstøður.
Kemur ikki inn
Verri er við nýbygda Løgtingshúsinum, har Jógvan Sofus ikki eingongd kemur inn.
 Hetta hava teir so brúkt 80 miljónir krónur uppá, sigur hann, meðan hann roynir at fáa rullistólin um gáttina inn í Løgtingshúsið. Tað eydnast ikki.