Soleiðis finnur tú ein aðalstjóra

Um setanina av einum aðalstjóra

AÐALSTJÓRI

Tá nýggi landsstýrið skipaði eftir, at Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin høvdu skipað samgongu, gjørdist greitt, at stýrini nú skuldu eita ráð, og fyribils eitt nýtt stýrið kom eisin undan kavi.
Løgmálaráðið skuldi vera ráðið hjá Høgna Hoydal, varaløgmanni.
Eftir at løgmaður hevur góðkent, verður søkt eftir aðalstjóra til løgmálaráðið. Í lýsingini stendur, at aðalstjórin skal vera løgfrøðingur ella hava aðra samsvarandi útbúgving frá hægri lærustovni.
Fýra umsóknir koma til starvið.
Eftir hetta verður ein setanarbólkur settur. Manningin er hendan:
Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri (formaður), Bergur Berg(starvsfólkaumboð), Eyðbritt á Plógv (umboð fyri aðalstjórarnar) og Petur Simonsen, umsitingarleiðarin á løgmansskrivstovuni.
Hesi fólkini gera so eitt tilmæli eftir at hava viðgjørt og lýst umsøkjararnar til Høgna Hoydal og Anfinn Kallsberg, sum eru setingarmyndugleiki í hesum førinum.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fingið upplýst, um tilmæli frá setanarbólkinum varð fylgt.
Nýggi aðalstjórin verður løntur sum hinir aðalstjórarnir í 39. lønarflokki í Tænastumannasáttmálanum, av tí at starvið er tænastumannastarv.
Hetta gevur honum við føstum viðbótum kr. 42.348,34 um mánaðin umframt eina viðbót upp á kr. 3.984,75 fyri at vera aðalstjóri.
Samanlagt fær nýggi aðalstjórin at fáa kr. 46.333,09 í fastari løn frá
landskassanum hvønn mánað. Ella 555.997,08 krónur um árið.