Tað gerst alsamt vanligari. Fólk bíleggja sær rúsevni, sum síðani koma við postinum. Hesi rúsevnini eru ikki júst sum upprunaliga evnið, men heldur er ein lítil broyting gjørd í strukturin á evninum, so evnið ikki longur er beinleiðis rúsevni á listunum hjá landinum. Ofta verður navnið eisini lagt í annan ham, soleiðis at móttakarin kann halda fast um, at talan er um baðisalt, sjampo ella okkurt annað, ið ikki skal inntakast í kroppin, tí á pakkanum stendur, at tað ikki er til menniskju.
- Eg havi eitt fornemmilsi av, at hetta vindur uppá seg, men fólk verða ikki revsaði fyri hesi evni, hóast tey í prinsippinum eru ólóglig, staðfestir Brynjer Johannesen, narkopolitistur. Hetta er talan um evni, sum bróta apotekslógina, men ikki rúsevnislógina, og tí er í veruleikanum ikki talan um uppgávur hjá narkopolitinum, hóast evnini líkjast heilt nógv vanligum rúsevnum.
- Tað er sjálvandi ikki í lagi, at rúsevni, sum líkjast nógv ecstasy, kunnu flytast inn soleiðis, men so leingi ongin lóg er, so fáa vit onki gjørt, staðfestir Brynjer Johannesen. Hann leggur afturat, at bíðað verður eftir, at lógin verður broytt.
Hann vísir eisini á, at narkopolitiið hevur eyguni eftir hesum evnum, hóast tað í veruleikanum ikki er teirra trupulleiki, tí evnini fara ikki inn í revsulógina enn.
Fýra í seinastu viku
Hjá TAKS kenna tey væl til hesi evnir, og fleiri tilburðir eru, samstundis sum tað eru tey somu fólkini, sum fáa hesi evni sendandi.
- Vit høvdu til dømis fýra tilburðir í seinastu viku, so vit finna rættiliga nógv, sigur Annsy Høghamar, tollserfrøðingur. Hon leggur afturat, at tað eru øll møgulig sløg, sum koma til landið, og so hyggja tey at, um tað er lógligt ella ikki.
- Vit kenna rættiliga nógv av evnunum, og serliga verður orðið »baðisalt« brúkt um nógv av hesum evnum. Og tá vit ivast, hvat vit skulu gera við evnið, so senda vit tað til kanningar hjá landsapotekaranum ella hjá narkopolitinum, greiðir Annsy Høghamar frá.
Tá evnið síðani er kannað, og tað verður fram til, at tað er á markinum til føroyska lóggávu, so sendir postdeildin hjá TAKS eitt bræv út til fólkini, har tað stendur, at tann, ið hevur bílagt henda pakka, skal koma eftir honum og gera krav uppá hann.
- Og tá er tað næstan altíð, at fólk ikki koma eftir pakkanum, staðfestir Annsy Høghamar. Hon veit eisini at greiða frá, at tað ikki er TAKS, sum rættarsøkir hesum fólkunum, tí TAKS sendir bara evnini víðari.
Brúka grásonuna
Hjá landsapotekaranum hava tey fingið nøkur av hesum evnum og kanna tey, men tey hava heldur onki við málið at gera.
- Tað einasta vit hava gjørt, so hava vit loyst kemiska spurningin, sigur Heri Mørkøre, landsapotekari.
Hinvegin dugir hann øgiliga illa at síggja, um hesi evnini veruliga kunnu nýtast til baðisalt, tá tað vísir seg, at tey kunnu hava eina effekt, á sama hátt sum heilivágur og tí kann vera tað, umframt, at tey kunnu geva ein rús.
Hann leggur afturat, at hetta hesi evnini eru í eini grásonu, sum í summum londum er stór, og í øðrum londum er heldur minni.
- Veruligi spurningurin er, um vit eru nóg væl fyri viðvíkjandi innflutningi av kemikalium, staðfestir hann, og greiðir víðari frá, at bæði vitan og kreativitetur hjá fólkunum, ið innflyta hesi evni er nógv størri, enn mann kann ímynda sær.
Men hann hevur heldur ikki nakra loysn við hondina.
- Vit kundu altíð latið staðið til, tí innflutningurin verður helst ikki størri enn tað sama, metir hann, men hann leggur afturat, at vit eisini kundu at hugt at okkara lógarverki, um tað kanska var onkur mangul har.
Sosialurin hevur roynt at fáa fatur á Bergleifi Brimvík, kriminalovasta, men hann hevur ikki verið at fáa fatur á at svara, hvat løgreglan ger við tílík mál. Somuleiðis hevur Sosialurin tosa við fólk innan ákærumyndugleikan, men tey dugdu ikki at upplýsa, um nøkur tílík mál eru í rættarskipanini.