Tað var til Danish Open í mars mánaði í 2012, at Pál Joensen tryggjaði sær OL luttøku til 400 metrar frí svimjingina við tíðini 3.46,84.
Pál Joensen er á geil 4 við hvítari hettu. Hann er í harðari kapping við Mads Glæsner, sum er á geil 5 og kemur á mál bara 9/100 av einum sekundi aftaná vágbingin. Privat sjónbandabrot, sum er lagt út á youtube er at síggja undir greinini.
Pál Joensen svimur innleiðandi svimjingina í 400 metrar frí í dag klokkan 10.47. Rás2 sigur beinleiðis frá svimjingini og byrjar at senda klokkan 10.00. Viðmerkjari verður Dánjal Hestoy.