Soleiðis kunnu tey halda privatar veitslur í Keypmannahavn

Økjandi smittan í Keypmannahavn merkir, at brúdleyp og konfirmatiónir eiga at enda fyrr.

 

Danska stjórnin mælir nú til, at privatar veitslur enda í seinasta lagi klokkan 22 í Stórkeypmannahavn vegna hækkandi útbreiðsluna av koronuvirus í høvuðsstaðnum.

Tað nógt fólk hittast, er øktur vandi fyri smittu. Her eru vegleiðingarnar frá danska heilsustýrinum:

– Bjóða ikki ov nógvum og avmarka longdina

Tú eigur ikki at savna fleiri, enn tú hevur pláss fyri. Um tit eru uttandura, kunnu tit vera eitt sindur fleiri, og um tit eru í eini minni íbúð, kunnu tit vera færri. Ein góður tummilfingraregul er, at hvør luttakari skal hava fýra fermetrar.

– Frískir luttakarar.

Øll skulu vera frísk. Tað merkir, at persónar við sjúkueyðkennum ella persónar, sum hava verið nærindis smittaðum, skulu ikki koma.

– Reinar hedur

Ger tað lætt at hava reinar hendur, bæði tá fólk koma og ávegis. Set fram hondspritt við inngongina og støð, har fleiri ferðast og við lutir, sum nógv netra við.

– Hald frástøðu

Øll skulu kunna halda ein metur frástøðu til hvønn annan. Hald tveir metrar frástøðu frá fólkum í vandabólki, tað vil siga eldri ella persónar við álvarsomum, kroniskum sjúkum.

– Kontaktupplýsingar hjá gestum

Hav ein lista við teimum, sum eru til staðar. Á tann hátt ber til lættliga at fáa samband við øll, um ein skuldi verið smittaður við koronuvirusi.

Kelda: Sundhedsstyrelsen.

/ritzau/