Í hesum døgum eru kekkiskir dagar í Føroyum, har greitt verður frá landi, fólki og søguni í Kekkia.
Ein av hesum fyrilestrum verður í skúlanum við Løkin í Runavík kvøld, tá kekkiski varasendiharrin í Danmark, Jiri Borcel vitjar her og heldur áhugaverdan fyrilestur.
Fyrilesturin snýr seg um ta sonevndu floyalskollveltingina í Kekkoslovakia í 1989, tá kommunistaflokkurin misti valdið í landinum.
Eftir fyrilesturin ber til at síggja eina framsýning við UNESCO-støðum í Kekkia. Greitt verður eisini frá støðunum.
Fyrilesturin byrjar klokkan 19:30.