Soleiðis skalt tú brúka korona-maskuna

Verður hon ikki brúkt eftir forskriftunum, ger hon onga nyttu

Nú er tað eitt krav nógva staðni, at fólk skulu hava masku fyri munnin og nøsina fyri at forða fyri, at korona-smittan skal breiða seg.

Eitt nú er hetta eitt krav á flogvøllinum í Vágum, og tá ið ferðast verður við flogfari úr Føroyum. Tað er eisini eitt vanligt krav, bæði á flogvøllum, og í flogførum, og nógva aðrastaðni, uttanlands.

Maskur fáast til keyps á apotekinum, á flogvøllinum, og kanska arðastaðni við. Maskan forðar ikki fyri, at tú fært smittuna, men hon kann forða fyri, at tú smittar onnur.

Men verður maskan ikki brúkt eftir forskriftunum, ger hon onga nyttu og tí hava heilsumyndugleikarnir gjørt leiðbeiningar fyri, hvussu maskan skal brúkast.

Og tað er kanska meiri at hugsa um enn fólk geva sær far um. Áðrenn tú nertir við maskuna, skalt tú vaska tær væl um hendurnar, ella spritta tær væl. Kanna maskuna og er hon skrødd, skitin ella dálkað, skal hon ikki brúkast, men beinast burtur.

Tak um stropparnar, ella bandið á maskuna, og set hana fyri munnin, nøsina og ansa eftir, at tað ikki gloppar ímillum kjálkarnar og maskuna.

Fleiri fólk skulu ikki brúka somu masku, og verður hon vát, ella skitin, skal hon skiftast. Men sum heild skal maskan skiftast fjórða hvønn tíma,

Tú skalt ikki nerta við maskuna. Men skuldi tað hent, at tú nertir við hana, skalt vaska tær væl um hendurnar, ella spritta tær um hendurnar aftan á.

Tá ið tú fer úr maskuni aftur, skalt tú fyrst vaska tær væl um hendurnar, ella spritta tær væl. Tak um stropparnar á maskuni, uttan at nerta við sjálva maskina, far út henni og halt hana burtur frá andiliginum.

Maskan skal ikki brúkast aftur. Men samstundis gera myndugleikarnir vart viå, at maskan er ikki ein fullgóð verja í sær sjálvum. Tískil eru hyggjuráðini framvegis at vaska sær um hendurnar, bæði ofta og væl, ella at spritta sær um hendurnar, tá ið vatn og sápa ikki er til taks, og at halda seg minst ein metur frá øðrum fólki.