Soleiðis sleppa allir pensjónistar úr fátækadømi

Fakfeløg mæla til grundleggjandi broytingar í uppskotinum, samgongan hevur lagt fyri Løgtingið um eina nýggja pensjónsskipan

Tað ber til at lyfta allar pensónistar úr fátækaváðanum. Tað staðfestur Samtak, nú Løgtingið viðger ætlanina hjá samgonguni um ein nýggja pensjónsskipan.

 

Samtak er ein samstarvsfelagsskapur hjá Føroya Arbeiðarafelag, Arbeiðarafeløgunum í Klaksvík, og Føroya Fiskimannafelagnum, og tey hava mangan ført fram, at nettupp pensjónistar eru ein bólkur í Føroyum, sum eru eina ringast fyri í samfelagnum.

 

Samgongan ætlar at øll skulu rinda 12 prosent av lønini til sína egnu eftirløn, men Samtak mælir til, at tað kravda gjaldið verður lækkað niður í 10 prosent - men vilja fakfeløg kortini rinda meir, skulu tey vera vælkomin til tað.

Men tey halda eisini, at tey, sum fáa fyritíðarpensjón og aðrar veitingar, eiga at fáa eftirløn oman á, tí tað fáa tey ikki í dag.

 

Annars rinda arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar hvør síni 2,5 prosent av lønini í Samhaldsfasta, men Samtak mælir til, at hetta gjaldið skal vera hækkað upp í fimm prosent í part í 2020. Tað letur seg gera, tá ið kravda gjaldið lækkar úr 12 prosentum, niður í 10 prosent, sigur Samtak.

 

Verður gjaldið til Samhaldsfast hækkað upp í fimm prosent til arbeiðsgevrar, og fimm prosent til arbeiðstakarar, kann útgjaldið til pensjónistar meiri enn tvíðfaldast, sigur Samtak. Tískil eru allir pensjónistar, bæði støk og hjún, tryggjaði eina hampiliga góða inntøku, og allir fólkapensjónistar vera lyftir úr fátækaváða, leggja tey afturat.