Fyrr í hesum mánaðinum kunngjørdi umstríddi umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd, at hann nú fer undir eina nýggja herferð ímóti grindadrápi í Føroyum
Tey avdúkaðu ikki nógv um, hvussu herferðin verður skipað, uttan at tað, at lagt er upp fyri, at føroyingar hava sett strangar lógir í gildi sum bera í sær, at Sea Shepherd ikki sleppur til Føroyar.
Men nú skrivar Paul Watson, at Sea Shepherd er í ferð við at gera ein film um grindadráp burtur úr øllum upptøkunum tey hava hesi árini, tey hava verið her.
Samtundis fara tey undir eina fjølmiðlaherferð ímóti føroyingum og tey fara samstundis at leggja spurningin um grindadráp fyri dómstólarnar, har páhaldið verður, at eftir ES lóg er tað ólóligligt at drepa hval í Evropa.
Tey halda ikki, at føroyingar kunnu føra fram, at vit ikki eru í ES, tí vit fáa fíggjarligan stuðul úr ES og heilt nógvir føroyingar hava ES pass. Og harafturat hevur Danmark bundið seg til at halda ES lógir.
Men tey ætla eisini at leggja búskaparligt trýst á føroyingar og tað skal gerast við at raka føroyskt vinnulív, serliga alivinnuna.
Paul Watson vísir á, at grind verður hildin til beint við alibrúk, men tað, sum órógvar hann mest, er, at tað er so nógv tvøst, sum ongin veit, hvat blívur av.
Tað verður ov nógv grind dripin til at føroyingar kunnu hava etið alt, tí helmingurin av fólkinum sigur, at tey eta ikki grind og av heilsuávum verður samstundis mælt til, at fólk eiga ikki at eta meiri enn 250 gramm av grind um mánaðin.
Paul Watson sigur, at hann hevur spurt bæði Bakkafrost, Hiddenfjord og Marine Harvest um tey fórða alilaks við grind, men ongin av teimum hevur ønt honum aftur.
Hann hevur fingið at vita, at í Noregi fóðra tey felddýr við tvøsti og hann hevur illgruna um, at føroyingar gera tað sama við aldum laksi.
Hann heldur, at fóðurvirkini eru væl vard, men hann ásannar, at hann hevur avgjørt ongi prógv fyri, at grind verður brúkt at fóðra alilaks við.
Men av tí, at tað er so nógv tvøst, sum ongin kann siga, hvat er blivið av, og av tí, at alifyritøkurnar hava noktað at svara, av tí at grind verður hildin til beint við alibrúk, er tað ikki óhugsandi, at grind verður brúkt at fóðra alilaks við, hevur hann hugsað seg fram til.
Tí er Sea Shepherd nú farin undir eina herferð við tí endamáli at fáa fólk at boykotta føroyskan alilaks við teirri grundgeving, at tá ið fólk eta føroyskan alilaks, er tað samstundis stórur møguleiki fyri at tey eisini eta grind.
Harafturat fer Sea Shepherd at seta seg í sambandi við feløg, sum hava ferðamannaskip, við eini áheitan um ikki at fara til Føroyar, eins og tey eisini fara at venda sær til ferðafólk við áheitan um ikki at fara til Føroyar.